14 jul 2022

Kakalorium og La Fleur avlýst – smáar broytingar í skránni

Tvey nøvn eru avlýst á G! festivalinum í ár. Talan er um Kakalorium, ið skuldi spæla á Spæliplássinum fríggjadagin, og La Fleur, ið skuldi spæla í Grundini leygarnáttina. Tí eru nakrar smávegis broytingar gjørdar í skránni.

Orsøkin til avlýsingina er verkfallið, sum rakar SAS. Hetta hevur givið stórar logistiskar avbjóðingar við tað, at nógvar flogferðir máttu umbókast í síðstu løtu fyri at fáa øll til Føroyar til tíðina. Hetta hevur eydnast fyri tey allarflestu, men vit mugu tíverri staðfesta, at tað ikki eydnast Kakalorium og La Fleur at koma til Føroyar til tíðina.
 
Hetta merkir nakrar smávegis broytingar í skránni. Kakalorium skuldi eftir ætlan verða fyrsti bólkur á Spæliplássinum fríggjadagin kl. 16:00. Ístaðin letur Zoord upp tónleikaveitsluna á Spæliplássinum kl. 16:30 við skemtiligum og orkumiklum fólkatónleiki úr Transylvania.
 
La Fleur skuldi spæla í Grundini sum síðsti bólkur leygarnáttina kl. 02:30. Ístaðin kemur Atlas at fylla ljóðmyndina í Grundini eitt sindur longri, og síðan kemur Suchi á pall kl. 02:00. 

23 apr 2024
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!

Fleiri umboð frá G! hoyrdu bólkin í Washington, USA, farna heyst, og vóru öll samd um, at GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G! 2024. Nú koma tær, og tú mást fara! Les meira »

16 apr 2024
JJ Paulo á G!

Kom og dansa á G! saman við JJ Paulo! Les meira »

9 apr 2024
Plúmm skal spæla á G!

Allir tónleikarar vita hvörjir plúmmararnir eru, og eingin er sum Plúmm Les meira »

2 apr 2024
Das Body kemur á G!

Punkdiskotónar úr Oslo! Les meira »

26 mar 2024
Grönlendskur deyðsmálmur á G!

Vit gera klárt at lyfta hornini! Les meira »

19 mar 2024
Nelly Moar: Glöðandi R&B á G!

Norsku miðlarnir eru ikki í iva, Nelly Moar er stórsta R&B vónin tey eiga yviri í Noregi! Les meira »