14 Jul 2016

Vj'ing í heimsklassa

Í stuttum sipar VJ'ing hugtakið til live framførslu við myndum, og byggir henda á ljóð ella tónleik sum grundarlag fyri tí visuella. Á sama hátt, sum ein DJ diskar við ljóði, diskar ein VJ við ljósi.

Danski VJ Mad Es ella Mads er ein av teim, sum í ár er við á festivalinum og skipar fyri verkstovu innan hetta fakið, har hann í dag hevur greitt frá hesum spennandi handverki - frá einum kreativum eins og tekniskum sjónarmiði.

-Talan er um eina blanding av motion design, grafiskum designi og 3D designi. Tað er kreativt, men eisini sera tekniskt avbjóðandi," sigur Mads, ið er útbúgvin á DMJX og dagliga samstarvar við artistar, klubbar og onnur.

'Projection mapping' eitur av ein av teim mest spennandi og nýskapandi háttunum at skapa hesar myndaligu live framførslurnar, har tú kortleggur myndir, ljós, skuggar og annað innihald eftir fysiskum formum og objektum, sum tú hevur at arbeiða við í rúminum, á pallinum ella aðrastaðni.

Tað kann t.d. vera ein framførsla, ið verður varpað upp á ein 40-metur høgan vegg. Annað dømi, ið er at síggja í Fjósinum í ár, er design, sum fylgir eini gaffatape-tekning/listaverki, sum síðani kemur til lívs við hjálp av VJ Mad Es.

-Tað snýr seg um at stuðla tónleikinum og at geva tónleikinum eina eyka dimensión," greiðir Mads frá.

Fjósið er ein av mest forkunnugu pallunum á G!, og aftur í morgin, fríggjadagin, er visuelt tiltak á skránni við Nóllywood, filmum og videoløgum.

30 Apr 2024
Swangah - The Founders of Faroese Hip Hop joins the line-up!

Swangah - The Founders of Faroese Hip Hop Read more »

23 Apr 2024
GRÓA joins the line-up!

The Reykjavík-bred band merge elements of post-punk, noise-rock and art-pop with absolute abandon, arriving at an explosive, yet magnificently arranged sound unlike any other. Read more »

16 Apr 2024
JJ Paulo performs at G!

Come join the party at G! with JJ Paulo! Read more »

9 Apr 2024
Plúmm joins the line-up!

If you say Plúmm on the Faroe Islands, everyone will know that you are talking about some of the Faroes’ greatest instrumentalists ever. Read more »

2 Apr 2024
Das Body joins the line-up!

Punk disco from Oslo. Read more »

26 Mar 2024
Greenlandic death metal at G!

We are getting ready to raise our devil horns! Read more »