14 Jul 2022

Soleiðis ansa vit eftir okkum sjálvum og hvørjum øðrum á G!

Í samráð við Sinnibata Ung koma hesi ráðini til okkum øll, sum ætla okkum a njóta G! og hugna okkum saman.

Tá vit eru á festivali er eyka umráðandi, at vit ansa eftir okkum sjálvum og hvørjum øðrum. Mann er staddur á einum øki við nógvum fólki rundan um seg, og ofta er rúsdrekka eisini ein partur av spælinum. Hetta kann alt vera super skeg! Men tað er eisini alneyðugt at steðga á og merkja eftir, nær tað verður ov mikið fyri teg, og eisini at hyggja rundan um teg og sansa, hvussu tey rundan um teg hava tað.

Kennir tú teg tryggan ella ótryggan? Hvør kundi orsøkin verið til hetta? Hevur vinurin kanska drukkið ov nógv? Heldur hin persónurin, sum hevur roynt at fingið títt uppmerksemi alt kvøld, áfram at royna, hóast tú hevur sagt nei? Ella stendur tú kanska fremst til hype’aðu Æðrasoppakonsertina, tá tú kennir, at fjøldin er ov trong, og tú byrjar at hava ilt at anda?
 
Nógvar ymiskar støður kunnu taka seg upp. Tá er hent at hugsa, hvussu mann kann stuðla øðrum, vera ein góður og hjálpsamur vinur, og hvussu mann kann siga frá, um tað gerst ov nógv fyri ein sjálvan.
 
Vit eru øll ymisk og reagera ymiskt, og tað er púra okey. Summi elska at vera mitt í fjøldini millum nógv menniskju og ynskja ting at henda alla tíðina, meðan onnur kanska hava tørv á eini pausu og ynskja heldur at njóta festivalin saman við teimum nærmastu.
 
Verið góð við hvønn annan og verið tann hjálpandi hondin hjá gestinum, sum hevur tørv á tí. Gott G! til tykkum øll frá Sinnisbati Ung.
 
Um tú fylgir hesum skjótu ráðunum, ert tú væl ávegis til ein góðan festival:

  1. Spyr fyrst. Svara ærliga. Bíða gjarna til í morgin, um tú ivast í dag. Og altíð virð avgerðir hjá øðrum um teirra ynski.
  2. Royn at hava streym á telefonini.
  3. Avtala við hini, um tit skulu standa fremst, í miðjuni ella uttan fyri fjøldina til konsertirnar.
  4. Avtala við onnur, nær tú ætlar tær aftur til tjaldingarøkið ella til hús, og hvussu tú kemur heim. Send eini sms, tá tú ert komin fram í øllum góðum.
  5. Um tú fylgist við øðrum, avtalið so, hvar tit kunnu hittast, um tit missa hvønn annan burtur. 
  6. Tosa við vinfólkini um mørk við at spyrja henda einfalda spurningin: "hvat heldur tú vera stuttligt, um onkur hevur drukkið, og hvat heldur tú ikki vera stuttligt?" 
  7. Hevur tú tørv á at koma burtur frá fjøldini, bið so um hjálp frá vaktum heldur enn at fjakka einsamøll ella einsamallur.
23 Apr 2024
GRÓA joins the line-up!

The Reykjavík-bred band merge elements of post-punk, noise-rock and art-pop with absolute abandon, arriving at an explosive, yet magnificently arranged sound unlike any other. Read more »

16 Apr 2024
JJ Paulo performs at G!

Come join the party at G! with JJ Paulo! Read more »

9 Apr 2024
Plúmm joins the line-up!

If you say Plúmm on the Faroe Islands, everyone will know that you are talking about some of the Faroes’ greatest instrumentalists ever. Read more »

2 Apr 2024
Das Body joins the line-up!

Punk disco from Oslo. Read more »

26 Mar 2024
Greenlandic death metal at G!

We are getting ready to raise our devil horns! Read more »

19 Mar 2024
Nelly Moar performs at G!

Lit R&B at G! Read more »