14 Jul 2022

Elinborg framførir nýggja EP á G!

Á G! 2022 avdúkar Elinborg endiliga nýggja tónleikin, hon hevur framleitt seinastu árini. Seinastu tíðina hevur stílurin flutt seg yvir í elektropopp, og umframt fyrsta staklagið Sjórok, sum varð útgivið herfyri, fer sangarin at framføra alla EPina “Vera” fyri almenninginnum fyri fyrstu ferð.

Í løgum sínum setir Elinborg ofta alheiminum spurningin, hvussu hon skal skilja sín egna hugaheim. Brennandi spurningar um stórar kenslur, sum einans kunnu temjast, tá tær gerast frælsar. Tónleikurin speglar umhvørvið. Brimið, silvitni, longu ljósu næturnar, vetraródnirnar. Tey spor, vit menniskju sjálvi slóða og síðan tey, sum lívið leggur eftir í okkum.

Onkursvegna ger spæliplássið í Syðrugøtu andan hjá G! til hold. Restina av árinum er tað miðstaðurin, har børnini sleppa at reika frítt, leika, larma og liva. Men eitt vikuskifti um árið fyllist graslíkið vid tónleiki og áhoyrarum, og tá eru vit vaksnu boðin inn undir júst somu fortreytum. At reika frí, at leika, at larma og at liva. G! dregur okkum aftur til barndómsbygdina, har vit ikki kendu lívsins vaksnu ábyrgdir. Vit hitta vinfólk, leypa á sjógv, tjalda og njóta at aftur verða fevnd av fjøllunum og fjørðunum, sum hava uppalt okkum.

Og júst spæliplássið var eisini karmur um barndómin hjá Elinborg, sum hon nú vitjar aftur sum tónleikari, sangari, útbúgvin bachelor í tónlist og sjálvlærd plátuframleiðari. At koma aftur til heimstaðin og merkja rokanina í bygdini eftir allar hesar mánaðirnar, har spontanitetur bleiv skerdur, birtir aftur hesa serligu kensluna, sum einans G! kann tendra:

“Fyri meg er G! staðið, har vit kunnu koma saman og vera hundrað prosent egin uttan at óttast at verða dømd. Eitt stað, har alt bara er deiligt - og hetta hevur serliga manglað hesi síðstu tvey árini. Ein fríløta, har mann sleppur øllum, slappar av, stuttleikar sær og gloymir alt annað í eina løtu.”

At detta fram á konsertir og uppdaga nýggjan tónleik, ein ikki kendi áður, er eitt av eyðkennunum hjá G!, sum Elinborg sjálv hevur tikið til sín, síðan hon sum smágenta mól aftur og fram í bygdini. Og í ár stendur Elinborg sjálv á palli at bjóða gestum frá nær og fjar somu uppliving, hon sjálv elskar.

Elinborg framførir saman við tónleikarunum Jan Rúna Poulsen og Heðin Ziska Davidsen fríggjakvøldið 15. juli á Spæliplássinum kl. 20:05.

18 Jul 2026
G! is sold out

At around 4 p.m. today, this year’s G! Festival officially sold out. Read more »

18 Jul 2026
G! is close to selling out – ticket sales at the entrance have stopped

Only a limited number of tickets remain for G!, so tickets will no longer be sold at the entrance. Read more »

18 Jul 2026
Day 2 – Recap

The second day — Friday at G! Festival 2026— is now behind us but a lot to come! Read more »

18 Jul 2026
Saturday at G!

Here we are – the final day of G! is here! The vibe is high, and the programme is even better! Read more »

17 Jul 2026
Buses and Taxis at G!

Transport to and from the festival site. Here you can find more information about the available options. Read more »

17 Jul 2026
Friday at G!

Day 2 of G! has begun – how amazing is that!? Another day of incredible music, great vibes, and unforgettable moments on the beach awaits. Check out the programme and plan your day. Read more »