13 jul 2022

Kom við Iotunn á eina ekstrem-metal granskingarferð út í kosmos

Á G! 2022 bjóðar metalbólkurin Iotunn festivalgestunum við á hátøkniliga og hartsláandi granskingarferð út í kosmos og - møguliga - heim aftur. Brynjaðir við nýggjastu útgávuni “Access All Worlds”, sum kom út í fjør, spælir norðurlendski bólkurin við væl kendu røddini hjá Jón Aldará á odda á fyrsta sinni í Føroyum.

Navnið Iotunn sipar til jatnarnar, sum eru risarnir, ið norrønu gudarnir berjast ímóti. Sjálvur bólkurin er grundaður á eina frumhugsan - eina frumheimspeki, ið leitar eftir fornum rótum, tá teir lata løgini leiða hugin til sci-fi, klassiskt heavy metal, progressivar tónar og melodiskt ekstrem-metal.
 
Tónleikurin er grundaður á brutalitet, undirgrundina, deyða og harðskap, men samstundis leitar hann til tað fantastiska. Ófrættakendi dissonanturin fær okkum at steðga á í gerandisresinum og seta spurnartekin við alt tað, vit taka sum givið. Fær okkum at hugsa um, hvussu kompleks og skroypilig vit menniskju í roynd og veru eru, og hvørt tað er tað verðsliga ella tað óverðsliga, ið veruliga fyllir okkara virði.
 
Íblásturin til søguna í “Access All Worlds” kemur somuleiðis úr norrønum hugskotum og heimspeki, men tó við støði í menniskjans pláss í alheiminum, har vit gerast alsamt minni før fyri at liva á jørðini, okkum er givin. Løgini leiða tí áhoyraran á eina rúmdarferð, har manningin rýmir av jørðini, sum er súlundað, við vón um at finna eitt nýtt stað til menniskjuna at seta búgv. Henda kensluliga tvístøðan við óttanum og ivanum av hesi hættisligu ferð út í tað ókenda einkið við vónini um at finna utopia setir karmin, har manningin noyðist at gera av, hvørt tey ynskja at bjarga allari mannaættini - ella um tað er nóg mikið at bjarga okkum sjálvum sum individuell menniskju.
 
Iotunn framførir í Grundini hóskvøldið kl. 23:15.
 
Mynd: Julia Nikiforova

26 mar 2024
Grönlendskur deyðsmálmur á G!

Vit gera klárt at lyfta hornini! Les meira »

19 mar 2024
Nelly Moar: Glöðandi R&B á G!

Norsku miðlarnir eru ikki í iva, Nelly Moar er stórsta R&B vónin tey eiga yviri í Noregi! Les meira »

12 mar 2024
G! kunnger: Agat - Rokkandi punkrapp

Kom og verð rivin við, tá ið Agat tekur yvir! Les meira »

10 mar 2024
7 föroysk növn kunngjörd

Aftur í ár var G! við til at hátíðarhalda spæl föroyskt vikuna. Les meira »

10 mar 2024
Aggrasoppar spæla á G!

Allastaðni har tey koma vekja tey stóran áhuga. Rættiliga merkisvert, tá ið tú hugsar um, at tey rappa og syngja á föroyskum, og hava undarligar tekstir. Les meira »

9 mar 2024
Konsörn framförir á G!

Sterka huglagið verður í hásæti, tá ið Konsörn framförir á G! Les meira »