Armbandsáseting
Áðrenn tú fert at seta tær armbandi á, minst til at finna tær QR kotuna fram.
Áseting av armbondum er í Magn í Götudali, Tutl, SMS, við inngongdina og í Töting.
TUTL: mikudag, hósdag, fríggjadag kl. 10:00 til 17:30 og leygardag kl. 12:00 til 16:00.
MAGN: mikudag og hósdag kl. 10:00 til 22:00
SMS: mikudag og hósdag kl.10:00 til 18:00
INNGONGDIN: hósdag og fríggjadag frá kl. 14:00 og úteftir og leygardag frá kl. 10:30 og úteftir
TÖTING: týsdag og mikudag kl. 10:00 til 20:00, hósdag, fríggjadag og leygardag kl. 10:00 og úteftir.
Tónleikarar, starvsfólk og onnur serlig atgongumerkir verða bert sett á í Töting.
Öll atgongumerkir eru talgild og fyri at fáa armband sett á er neyðugt at vísa QR kotuna, ið er komin við telduposti. Um tú ikki finnur hana, kanna so í spam, og um tú framvegis ikki finnur hana, skriva so til info@gfestival.com ella ring 740000.
G! festivalurin heitir á gestirnar um at gera brúk av møguleikanum at fáa sett armbandið á áðrenn, soleiðis at bíðitíðin við dyrnar verður sum minst.