SILVITNI
Silvitni er eitt kvinnukór, sum varð stovnað í september í 2020. Silvitni syngur vakran og avbjóðandi kórtónleik undir kønari leiðslu av Cinthiu González Parada. Teir níggju kórlimirnir hava drúgvar royndir sum kórsangarar, bæði í Føroyum og úti í heimi. Kvinnurnar, sum eru úr Føroyum, Niðurlondum, Týsklandi og Chile, syngja klassiskan og nútímans kórtónleik, ið er skrivaður bæði av føroyskum og útlendskum tónaskøldum.