KVINNUR GERA UPPREISTUR: FRAMLØGA UM KROPSNEUTRALIET
Brúka ikki tín virðismikla heilakapasitet til at hugsa um, hvørt tú kanst eta bananir ella um tú kanst eta 8 ella 12 mandlur. Tú nýtist ikki at elska tín kropp, hann skal bara ikki fylla ov nógv. Hann er har bara.
Elisa Vang er stjórnmálafrøðingur, feminist og kropsaktivist.
Seinastu árini hevur hon arbeitt íðið við at varpa ljós á kropspositivitet og at avstigmatisera tjúkk. Hon tekur útilokandi útgangsstøði í gransking, ið er gjørd á økinum, og endamálið hjá henni við hesari “herferðini” er at basa kurmentanini - sum hevur oyðilagt so nógv meir fyri okkum, enn hon hevur gjørt gagn.