KVINNUR GERA UPPREISTUR: PALLBORÐ UM SEXISMU
Sexisma á tingi hevur verið á breddanum síðan 8. mars 2022, tá Ingilín Strøm kendi á egnum kroppi, hvat tað vil siga, at vera fyri sexististiskum ágangi í politiska heiminum í Føroyum. Hon valdi at taka blaðið frá munninum, og eftir, hon valdi at taka blaðið frá munninum, hava millum aðrar, Hervør Pálsdóttir og hon verið í øllum miðlum og tosað um evnið.
Hvønn týdning hevur tað, at tær velja at tosa og lýsa evnið? Hvørjar avleiðingar hevur hetta haft fyri teirra lív og virki, og hví er siður á landi, at tað verður góðtikið, at kvinnur og menn verða fyri ágangi og happing á arbeiðsplássinum, og ikki minst á landsin hægsta tindi?
Hetta evnið verður til umrøðu í Fjósinum. Ingilín Strøm og Hervør Pálsdóttir sita í pallborðinum.
Rebekka Manuela Behrens stjórnar prátið.