14 jul 2016

G! Festivalurin byrjaður!

G! Festivalurin er byrjaður í fagrasta veðri. Fólk er savnað í pottunum og tónarnir ljóma um Syðrugøtu

Í kvøld verður G! festivalurin av álvara skotin í gongd. Í gjár kappaðust tey ungu um bestu plássini á tjaldingarøkinum og í dag er sjálvt festivaløkið klárt. Pottarnir og sandurin í Syðrugøtu er hjartað í festivalinum og har er sjálvsagt lív. 

Heilt stóru nøvnini, sum fara fylla sandin í kvøld eru Phlake og SBCR aka The Bloody Beetroots, sum leggja upp til tað heilt stóru elektronisku veitsluna.

Á spæliplássinum í kvøld eru Konni Kass og Punjab høvuðsnøvnini, meðan tann heilt stóra tungmálmsveitlsan verður í Fjósinum, har tiltakið “Upp við Hornunum” bjóða fremstu tungmálmsorkestrini, so sum Iron Lungs og serliga Svartmálm.

 


Vælkomin á G! Festival

 

14 mai 2024
Ragnar Finsson á G!

Sement x G! Festival = Ragnar Finsson Les meira »

14 mai 2024
Personal Trainer á G!

Kom og íðka á G! við tínum Personal Trainer! Les meira »

7 mai 2024
Jamie Grey úr Onglandi framförir á G!

Á G! dámar okkum sera væl at fanga stjörnur í föðingini. Jamie Grey úr Onglandi er ein slík! Les meira »

7 mai 2024
Teitur framförir á G!

Komið og upplivið Teit framföra Poetry & Aeroplanes á G! 2024 Les meira »

30 apr 2024
Hetta fer út til allar Föroyar: Swangah spælir á G!

Teir hava áður fingið G! í kók, men í ár verður tað uppá spruttkók Les meira »

23 apr 2024
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!

Fleiri umboð frá G! hoyrdu bólkin í Washington, USA, farna heyst, og vóru öll samd um, at GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G! 2024. Nú koma tær, og tú mást fara! Les meira »