Trøllabeiggi
Trøllabeiggi fer fram seinast í 1800'talinum. Tveir brøður búgva einsamallir í einum fjarskotnum dali. Eftir at
elsti beiggin er deyður, stríðast teir báðir, ið eftir eru, hvør í sínum lag fyri tilveruni og sambandinum sínámillum.
Huglagið hevur íblástur úr millum annað klassiskum kovboy filmum, men í einum serføroyskum kovboy
stíli: ein skerpi-western um man vil, har bæði ljóðuniversið, litviðgerð, søga – ja, stílur sum heild er
serføroyskur. Evni í filminum eru: familja, trúgv, náttúruna, ósemjur og stríð, skemt og arging, sterkar kenslur og
deyði.
Hetta er ein dygdarverkætlan har nøkur av bestu fakfólkunum innan vinnuna eru við: Gudmund Helmsdal er
stigtakari, leikstjóri og framleiðari; Gudmund, Rakel Helmsdal og Torfinnur Jákupsson hava saman skrivað
leikritið; Búi Dam og Nicolaj Falk spæla høvuðsleiklutirnar; Rógvi Rasmussen filmaði, Sámal Blak og Ole Jakob
Nielsen gjørdu palllutir, Jonas Wagner klipti, Tróndur Bogason skrivaði tónleikin, Eivør Pálsdóttir syngur, Jón
McBirnie ljóðblandaði, Johannus E. Johansen gjørdi visuellar effektir og Rúna Friis Kjær litviðgjørdi.
Trøllabeiggi hevur seinasta árið verið á yvir 100 festivalum kring knøttin og vunnið 84 virðislønir; seinast á
Mumbai International Film Festival, sum er ein hin stórsti og mest víðagitni stuttfilmsfestivalinum í Suður Asia. Í
Føroyum varð Trøllabeiggi vístur til Geytan í Norðurlandahúsinum í 2020 – og var eisini vístur í Havnar Bio og
filmsfelagnum tá. Onkrar smávegis broytingar eru gjørdar við filmin síðani tá, so nú verður umsíðir møguligt hjá
Føroyingum at síggja endaligu útgávuna, sum hevur fingið so góða móttøku um allan heim.