FIMFF: Kjak + heimildarfilmurin, Sirens
Hvussu fáa vit ein litfagrari tónleikapall í Føroyum?
Áðrenn filmssýningina verður eitt kjak um hvussu vit í Føroyum kunnu fáa ein litfagrari tónleikapall í Føroyum, sum enn í stóran mun er mannaður av monnum, og hví tað hevur týdning at fáa fleiri kvinnur og kvir fólk handan tónleikapallin.
Í panelinum verða kvinnur, ið onkursvegna hava broytt tónleikapallin og gera tað tann dag í dag. Tær eru Sunneva Háberg Eysturstein, sum bæði hevur havt tiltøk fyri at fáa kvinnuligar diskarar og teknikarar, Jasmin Mote, sum bæði skrivar og framførir løg við egnum bólki og diskar, og Vivian Sjóklett, sum var við í bólkinum SOX, sum var fyrsti føroyski tónleikabólkur við einans kvinnuligum tónleikarum. Orðstýrari er Siri Súsonnudóttir Hansen.
HEIMILDARFILMUR: SIRENS
Leikstjóri: Rita Baghdadi
2022 | USA, Lebanon | 78 min
Arabiskt, Enskt | Enskir undirtekstir
Slave to Sirens úr Lebanon er einasti kvinnuligi metal bólkur í Miðeystri. Mitt í uppreistri, einari truplari kærleikssøgu og vinarlagi, berjast tær fyri kraft tónleiksins og rættin at vera til.