TWISTA
Lat DJ Bjørn Hentze Bech taka teg út á eina twistaða dansiferð
Hevur tú hug at twista? So kom framvið til eina løtu av gomlum slagarum frá 50’unum og 60’unum við m.a Elvis Presley, Jerry Lee Lewis, Everly Brothers & Wanda Jackson og mongum øðrum, sum tá fingu øll garvill á dansigólvinum. - Og við feitum ljósi!
Eisini svinga vit til nakrar eldri dansivinarligar norðurlendskar tónar við m.a Faroe Boys, Four Jacks, Inger Jacobsen og fleiri øðrum.