Festivalkirkja og -gudstænasta
Leygarmorgunin, tann 16 juli kl 11:00 verður árliga festivalgudstænastan hildin í Fjósinum. Gudstænastan fylgir vanligari liturgi, við kórsangi, sálmasangi, bønum, lestri og prædiku. Í ár prædikar Steintóra Gleðisheygg Joensen, sum er fyribilssett sum sóknarprestur í Norðstreymoyar vestara prestagjaldi.
Kórið Silvitni syngur.