Vinylmania
Vinylprát við kennarunum og savnarunum, Meinhardi Jensen, Knúti Háberg Eysturstein, John Dam og Bjørn Hentze Bech
Alt gott um downloads, tí tað ljóðar í prinsippinum líka sum ein fløga ella eitt kassettuband ella ein 78ari ella ein singlepláta ella ein LP. Men - hinvegin - tað er munur á at downloada bíløt og filmar av fólkum og so at búgva undir taki saman við teimum. Eitt download er ikki ein pláta. Ein LP er ein pláta. Og tað tíma vit at brúka okkara tíð og pengar uppá, og tað bindur fólk saman.
Meinhard Jensen, Knút Háberg Eysturstein, John Dam og Bjørn Hentze Bech fara í hesum pallborði at tosa um LPplátuna, ið hevur teirra tokka og um teirra bergtakan av miðlinum, ið kanska liggur á markinum til eina mani. Teir hava eisini við sær tvær úrvalsplátur úr egnum savni, ið teir fara at greiða nærri frá, og hví, teir hava valt júst hesar báðar.