GENTUVESIÐ
Tit hoyra tær báðar - Anniku Dalsgaard og Rannvør Fríðu Eyðunsdóttir - í útvarpinum hvønn Mikudag kl.16, har tær venda ivamálum og tvístøðum hjá øllum føroya fólki.
Nú fara tit at hoyra tær venda og snara tvístøðum beint frammanfyri tykkum - her er einki ov pínligt at práta um; tvístøður um sex, foreldur, ball, forelskilsi, óvanar og alt annað, ið kundi verið ein forðing í einum ganska vanligum degi, er gerandisprát fyri tær báðar.
Komið við ein túr á Gentuvesið og loysi trupulleikar!