20 jun 2022

SIC spæla á G! 2022

Tá grundin letur upp hóskvøldi, verður tað í nýggjum hami. Alt hóskvøldið fara vit at hoyra tungmálm í grundini. Sum nakað heilt serligt, fara vit at uppliva SIC á palli fyri seinastu ferð, mannaðir við Eddie, Frans, Gudmar, Magnus, Bartal og øðrum gestasangarum.

Sic byrjaði sína tónleikaferð í 2002. Tónleikurin teir spæla er eitt sterkt bland av thrash og tungmálmi, og SIC kann uttan iva kallast tann svakasti live bólkurin, sum føroyar hava fostrað. Teir hava 3 heildar útgávur á baki “Pandemonium”, live útgávan “Si Vis Pacem, Para Bellum” og “Fighters They Bleed”. 

Vit á G! eru errin av at bjóða SIC aftur á pall og síggja fram til eina sermerkta, orkufulla, men eisini sorgblíða konsert í Grundini Hóskvøldi.

 

23 apr 2024
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!

Fleiri umboð frá G! hoyrdu bólkin í Washington, USA, farna heyst, og vóru öll samd um, at GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G! 2024. Nú koma tær, og tú mást fara! Les meira »

16 apr 2024
JJ Paulo á G!

Kom og dansa á G! saman við JJ Paulo! Les meira »

9 apr 2024
Plúmm skal spæla á G!

Allir tónleikarar vita hvörjir plúmmararnir eru, og eingin er sum Plúmm Les meira »

2 apr 2024
Das Body kemur á G!

Punkdiskotónar úr Oslo! Les meira »

26 mar 2024
Grönlendskur deyðsmálmur á G!

Vit gera klárt at lyfta hornini! Les meira »

19 mar 2024
Nelly Moar: Glöðandi R&B á G!

Norsku miðlarnir eru ikki í iva, Nelly Moar er stórsta R&B vónin tey eiga yviri í Noregi! Les meira »