8 apr 2022

Yoga á sandinum á G!

Rebekka Dahl Thomsen, sum seinastu fimm árini hevur lært og givið frálæru í yoga í India og Nepal, bjóðar til yoga á sandinum hvønn dag kl.12, har roynd eins og óroynd eru hjartaliga vælkomin.

Rebekka undirvisir i siðvandum Hatha Yoga, har tú verður vegleidd/-ur í at hyggja og leita inneftir.

Tímin tekur støði í grundleggjandi yogastøðum, meditatión og andadrátsvenjingum við róligari ferð og steðgi millum støðurnar.

Miðsavnanin í venjingini er andalagið, at finna frið og at endurnýggja orku. Við reguligari venjing lærir tú at fremja klassisku støðurnar rætt, har atlit verður tikið til tørvin, sum tín kroppur hevur.

Tað, tú røkir, veksur. 

GG: TAKIÐ YOGAMÁTTU VIÐ

23 apr 2024
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!

Fleiri umboð frá G! hoyrdu bólkin í Washington, USA, farna heyst, og vóru öll samd um, at GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G! 2024. Nú koma tær, og tú mást fara! Les meira »

16 apr 2024
JJ Paulo á G!

Kom og dansa á G! saman við JJ Paulo! Les meira »

9 apr 2024
Plúmm skal spæla á G!

Allir tónleikarar vita hvörjir plúmmararnir eru, og eingin er sum Plúmm Les meira »

2 apr 2024
Das Body kemur á G!

Punkdiskotónar úr Oslo! Les meira »

26 mar 2024
Grönlendskur deyðsmálmur á G!

Vit gera klárt at lyfta hornini! Les meira »

19 mar 2024
Nelly Moar: Glöðandi R&B á G!

Norsku miðlarnir eru ikki í iva, Nelly Moar er stórsta R&B vónin tey eiga yviri í Noregi! Les meira »