28 mar 2022

8 nøvn løgd afturat skránni

Stjørnuskotið Priya Ragu spælir R&B og electro popp, við suðurasiatiskum tónalagi. Hon hevur veruliga fingið vind í seglini seinasta árið, og altjóða tónleikamiðlar rósa unga sveisaranum upp um skýggja.

SONS úr Belgia spæla psykadeliskan garasju punk, ið ferðast við 120 km/t. SONS blivu kendir fyri at blása áhoyrararnar um koll við sínum framförslum, og tað gleða vit okkum til á G!

Pom Poko er ein norskur punk-popp-art rokkbólkur - tað er ringt at lýsa tónleikin, men hann er orkufullur, flökjasligur, spennandi, stuttligur og góður at dansa til.

Suchi hevur rötur í Delhi, men er född í Oslo og uppvaksin í London. Einaferð um mánaðin skipar hon fyri sendingini Through The Smog á Delhi útvarpsrásini boxout.fm. Sum diskari er hon kend fyri at blanda saman slagverk, indiskt disco, 90 ́ara progressivt house, UK break, trance, electro og techno.

Telemama er eitt friskt lot á tunga og myrka føroyska tónleikapallinum! Teir spæla lívligan indie rokk, við íblástri frá heimskendum bólkum so sum Arctic Monkeys og The Strokes og nýggjari tónleikarum so sum Her’s, Mac DeMarco og Boy Pablo.

30 apr 2024
Hetta fer út til allar Föroyar: Swangah spælir á G!

Teir hava áður fingið G! í kók, men í ár verður tað uppá spruttkók Les meira »

23 apr 2024
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!

Fleiri umboð frá G! hoyrdu bólkin í Washington, USA, farna heyst, og vóru öll samd um, at GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G! 2024. Nú koma tær, og tú mást fara! Les meira »

16 apr 2024
JJ Paulo á G!

Kom og dansa á G! saman við JJ Paulo! Les meira »

9 apr 2024
Plúmm skal spæla á G!

Allir tónleikarar vita hvörjir plúmmararnir eru, og eingin er sum Plúmm Les meira »

2 apr 2024
Das Body kemur á G!

Punkdiskotónar úr Oslo! Les meira »

26 mar 2024
Grönlendskur deyðsmálmur á G!

Vit gera klárt at lyfta hornini! Les meira »