4 feb 2022

G! Festivalurin er klárur at kunngera tey fyrstu nøvnini til skránna í 2022.

Fyrsta teggjan av nøvnum fevnir um alt frá ektaðum country til svartan dómadagsmálm.

Carlene Carter úr USA kemur á G! í summar. Carlene er kend og elskað av føroyskum country fjepparum, og tá hon í 2018 vitjaði Country Festivalin lovaði hon, at hon fór at koma aftur, og vit eru glað og errin at kunna bjóða grammy nomineraðu songkvinnuni pallin á sandinum.

José González er ein av teimum heilt stóru sangskrivarunum í okkara tíð. Vit bíðaðu spent eftir honum í fjør, og vit gleðast um, at tað bar til at gera nýggja avtalu við hann í ár. José Gonzales fer at spæla eina solo konsert á sandinum við aldunum í bakgrundini.


Við sær í skjáttuni hevur José González eina nýggja heildarútgávu “Local Valley”. “Local Valley” er fyrsta útgávan, har vit hoyra José syngja bæði á sponskum, enskum og svenskum. Eyðkenda róliga røddin, gittarspælið, og droymandi løgini eru akkurát soleiðis vit kenna José González best.

Tessa skuldi spæla á G! í 2020 og 2021, og nú royna vit so enn einaferð! Vit vóna, at tað fer at rigga hesuferð, tí vit hava øll glett okkum í næstan 3 ár at uppliva Tessu á sandinum, og unga stjørnuskotið er bara blivið størri og betri síðan fyrsta útgávan “Snakker for meget” kom út í 2019.

Svenska La Fleur og turkiska Gaye Su Akyol, sum skuldu spæla í fjør, eru eisini sett á skránna í ár.

Afturat teimum hava vit føroysku Eivør, Joe & The Shitboys, HORRSE, Leu Kampmann og donsku Katla, sum spæla náðileysan svartan dómadagsmálm.

Vit eru bjartskygd um G! Festivalin í 2022, og gleðast um, at vit aftur sleppa hátíðarhalda felagsskapin, einstaklingin og ymiskleikan millum menniskju, har tónleikur í heimsklassa er snúningsdepilin. Og ikki minst gleða vit okkum til klemmini.

Um vit í 2019 høvdu vita av, at vit ikki fóru at síggjast aftur fyrr enn um 3 ár, so høvdu vit kanska dansað og notið løturnar eitt sindur meira, men lívið verður livað frameftir og 2022 verður festivalurin, har vit njóta 3 ár í einum. Tað verður svakt.

Ein avmarkað nøgd av Early Bird atgongumerkjum eru farin til sølu, og tú kann spara heili 700kr í mun til prísin við dyrnar, so tað loysir seg at vera skjótur. Tjopp, tjopp, skunda tær!

Vit síggjast á G!

16 apr 2024
JJ Paulo á G!

Kom og dansa á G! saman við JJ Paulo! Les meira »

9 apr 2024
Plúmm skal spæla á G!

Allir tónleikarar vita hvörjir plúmmararnir eru, og eingin er sum Plúmm Les meira »

2 apr 2024
Das Body kemur á G!

Punkdiskotónar úr Oslo! Les meira »

26 mar 2024
Grönlendskur deyðsmálmur á G!

Vit gera klárt at lyfta hornini! Les meira »

19 mar 2024
Nelly Moar: Glöðandi R&B á G!

Norsku miðlarnir eru ikki í iva, Nelly Moar er stórsta R&B vónin tey eiga yviri í Noregi! Les meira »

12 mar 2024
G! kunnger: Agat - Rokkandi punkrapp

Kom og verð rivin við, tá ið Agat tekur yvir! Les meira »