13 Oct 2021

FMX og G! Festivalurin verða á Trondheim Calling 2022.

Vit eru ovurfegin at vera við í einum spennandi samstarvi millum FMX, og Trondheim Calling 3-5 Februar 2022. Samstarvið millum FMX, Trondheim Calling, og G! er nýtt, men hevur verið í bryggju í nógv ár.

 

Samstarvið inniber at Michael, sum er bókarin á G! Festivalinum, ferð at velja ein norskan bólk á Trondheim Calling at spæla á G! 2022 og at tríggir føroyskir bólkar ella einstaklingar vera bodnir at spæla á Trondheim Calling, sum er ein showcase festivalur við 7000 luttakarum, ið húsast á 10 spælistøðum ymsa staðni í Trondheim.

 

Trondheim er ein býur við 220.000 íbúgvum, harav 40.000 eru lesandi á universitetinum. Býurin verður sæddur sum ein progressivur mentanarbýur við ríkum tónleika- og mentanarlívi. Hetta er sostatt ein gyltur møguleiki hjá føroyskum tónleikarum at vísa sín tónleik fram fyri einari nýggjari og breiðari fjøld.

 

G! festivalurin hevur frá fyrsta degi havt sum mál at verða við til at fáa føroyskan tónleik út í heim, og hevur hetta verið gjørt í samstarvi við ymsar showcase festivalar og aðra tónleikavinnu, og tað gleðir okkum at Trondheim Calling nú eisini verður partur av hesum samstarvinum. Vit gleða okkum at bjóða Tróndheim Calling á G! 2022.

 

Um tú ynskir at tín bólkur skal spæla á Trondheim Calling, skal tú útfylla hetta skjalið.

Deadline er 29. Oktober og kosnu bólkarnir verða kunngjørdir 15. Nov.

23 Apr 2024
GRÓA joins the line-up!

The Reykjavík-bred band merge elements of post-punk, noise-rock and art-pop with absolute abandon, arriving at an explosive, yet magnificently arranged sound unlike any other. Read more »

16 Apr 2024
JJ Paulo performs at G!

Come join the party at G! with JJ Paulo! Read more »

9 Apr 2024
Plúmm joins the line-up!

If you say Plúmm on the Faroe Islands, everyone will know that you are talking about some of the Faroes’ greatest instrumentalists ever. Read more »

2 Apr 2024
Das Body joins the line-up!

Punk disco from Oslo. Read more »

26 Mar 2024
Greenlandic death metal at G!

We are getting ready to raise our devil horns! Read more »

19 Mar 2024
Nelly Moar performs at G!

Lit R&B at G! Read more »