2 jul 2021

Minst til at skráseta títt atgongumerki!

Vinn eitt vikuskifti fyri tvey í dupultkamari á Hotel Føroyum!

Um tú hevur keypt atgongumerki í forsølu, er týdningarmikið at tú skrásetir títt atgongumerki fyri at sleppa undan bíðitíð, tá tú skalt hava títt armband uppá.

Skráset títt atgongumerki áðrenn mánakvøldið (05.07.2021) á midnátt og ver við í lutakastinum um eitt vikuskifti fyri tvey á Hotel Føroyum. Vinnarin verður funnin týsdagin.

Soleiðis gert tú:

  1. Far inn á www.gfestival.com og vel Keyp 

  2. Vel 1 stk Weekendpass (her kanst tú eisini keypa eyka vørur so sum pottar og tjalding)

  3. Stovna tær ein brúkara.‼️ Hevur tú keypt fleiri atgongumerki í forsølu, mást tú gera hetta umaftur og stovna nýggjan brúkara fyri hvørt atgongumerki.
  4. Tá tú kemur til kassan, tøppa so kotuna inn í teigin “Skriva avsláttrarkotu”. 
  5. Trýst á pílin og prísurin á atgongumerkinum fellur á null krónur!
  6. Síðani kanst tú fara víðari.

Ivast tú? Sí vegleiðing á video:

Tørvar tær hjálp, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á support@terminal.fo ella á tlf. 780884

Vit síggast á G!

23 apr 2024
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!

Fleiri umboð frá G! hoyrdu bólkin í Washington, USA, farna heyst, og vóru öll samd um, at GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G! 2024. Nú koma tær, og tú mást fara! Les meira »

16 apr 2024
JJ Paulo á G!

Kom og dansa á G! saman við JJ Paulo! Les meira »

9 apr 2024
Plúmm skal spæla á G!

Allir tónleikarar vita hvörjir plúmmararnir eru, og eingin er sum Plúmm Les meira »

2 apr 2024
Das Body kemur á G!

Punkdiskotónar úr Oslo! Les meira »

26 mar 2024
Grönlendskur deyðsmálmur á G!

Vit gera klárt at lyfta hornini! Les meira »

19 mar 2024
Nelly Moar: Glöðandi R&B á G!

Norsku miðlarnir eru ikki í iva, Nelly Moar er stórsta R&B vónin tey eiga yviri í Noregi! Les meira »