18 Jun 2021

Aurora kemur á G!2021

Tú kennir hana kanska frá Frozen ella sum ein av stóru inspiratiónunum hjá Billie Eilish. Um ein mánaða trínir hon á pall á Gøtusandi. 

Aurora - kempistjørnan úr Noregi, sum allur heimurin er forelskaður í - kemur á G!. Tað boðar tónleikabókari Michael Anthony Charles Johannesen frá í dag. 

“Tað er ein stór gleði at kunngera Auroru á okkara tónleikaskrá fyri 2021. Eg eri vísur í, at við Auroru fáa vit júst tann magiska stemningin, sum G! Festivalurin rúmar so væl. Hon er ljós og allíkavæl myrk, ósek og tó mystisk. Tað, saman við hennara norðurlendska sorgblídni, er í veruleikanum eitt sindur tað, sum G! er”, sigur ein spentur Michaeal Anthony Charles Johannesen. 
Á kontórinum hjá fyriskiparunum í Syðrugøtu verður arbeitt í høgum giri at fyrireika ársins festival. 

“Eg eri so ófatiliga spentur. Tað eru tvey ár síðani, at eg varð settur sum tónleikabókari á G! - eitt dreymastarv hjá einum sum mær - men mín fyrsti festivalur í fjør bleiv jú avlýstur av orsøkum, sum tit sjálvi kenna alt til. So nú kann eg næstan ikki bíða meir”, sigur hann.

Og júst korona hevur eisini kostað G! Festivalinum nøkur nøvn. 

“Ja, tíverri. Vit noyðast at ásanna, at av koronarelateraðum orsøkum, koma hesi nøvnini ikki á G! Festival á hesum sinni; Katatonia, Konvent og Ghost Notes,”, fortelur hann. Og leggur afturat:

“Men vit fyriskiparar eru sera glað fyri, at vit í Føroyum hava so gott tamarhald á støðuni, at vit sum nøkur av teimum einastu í verðini, sleppa at hava ein festival í ár.”. 

7 Apr 2026
Collignon and 3 more exciting names

This week, we’re unveiling more exciting things coming to G! this summer – including who will open the beach stage and a special themed day taking over the festival on Friday. These are distinctive na… Read more »

18 Mar 2026
Ásgeir and three more names announced for G!

With last week’s parliamentary elections in the Faroe Islands, we held off for a few days — but now we’re ready to reveal four new artists. A shared thread among today’s names might be a sense of intr… Read more »

4 Mar 2026
Oliver Tree along with three other exciting acts.

Today we’re announcing global star Oliver Tree along with three other exciting acts. Each of them is a little unusual in their own way, yet all of them are captivating. Read more »

20 Feb 2026
Clickhaze and Three More Acts

Today we’re excited to announce four new names at once. One is as rare as a total solar eclipse in the Faroe Islands, another shines like the sun from L.A., one is calm and introspective, and one is b… Read more »

10 Feb 2026
Tamikrest and 3 more exciting names

Today we announce four exciting artists who all share one thing in common: each of them blends different origins and influences in their own way, creating a distinctive and personal sound. Read more »

27 Jan 2026
Lynks

Naughty queer pop out of England. Read more »