7 jun 2021

Broytingar í G! skránni

Tikk, takk, tikk, takk…. og eitt, tvey, trý, so er G! á gáttini.

Tá ið vit byrjaðu at arbeiða við festivalinum, vistu vit, at tað kanska fór at verða trupult at bóka bólkar, og fáa allar tónleikaranar til Føroyar, alt eftir hvussu støðan var her og rundan um okkum. 

Ótryggleikin rundan um tað at ferðast og núverandi koronu støðuna hevur havt við sær, at vit hava verið noydd at gera nakrar broytingar í G! skránni.
José González, Asaf Avidan, Busy P, og MYD hava tíverri verið noyddir at avlýsa, men vit arbeiða við at flyta teir til  skránna í 2022. Við núverandi sóttarhaldsreglum, ber tað ikki til hjá teimum at koma til Føroyar, og samstundis at halda aðrar bindandi avtalur.
Vit hava tó arbeitt hart við at fáa eina fullgjørda G! skrá, og tó at tað enn kunnu koma broytingar, sum eru uttan fyri okkara vald, so vóna vit, at tað ringasta er av, og at støðan bara broytist til tað betra, nú vit nærkast festivalinum.

Tær næstu vikunar fara vit at kunngera restina av G! skránni 2021, og vit gleða okkum meira enn nakrantíð at síggja tykkum á G!

30 apr 2024
Hetta fer út til allar Föroyar: Swangah spælir á G!

Teir hava áður fingið G! í kók, men í ár verður tað uppá spruttkók Les meira »

23 apr 2024
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!

Fleiri umboð frá G! hoyrdu bólkin í Washington, USA, farna heyst, og vóru öll samd um, at GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G! 2024. Nú koma tær, og tú mást fara! Les meira »

16 apr 2024
JJ Paulo á G!

Kom og dansa á G! saman við JJ Paulo! Les meira »

9 apr 2024
Plúmm skal spæla á G!

Allir tónleikarar vita hvörjir plúmmararnir eru, og eingin er sum Plúmm Les meira »

2 apr 2024
Das Body kemur á G!

Punkdiskotónar úr Oslo! Les meira »

26 mar 2024
Grönlendskur deyðsmálmur á G!

Vit gera klárt at lyfta hornini! Les meira »