2 jun 2022

Sjálvboðin á G! 2022

Grundarlagið undir einum og hvörjum festivali er arbeiði - nógv arbeiði av nógvum hondum. Tínar hendur eru vælkomnar! At vera sjálvboðin á G! Festivalinum skal vera stuttligt og læruríkt, og tað skal vera sosialt og inspirerandi. Tað skal vera feitt. Vit hava brúk fyri sjálvbodnum á nógvum ymiskum arbeiðsökjum. Tær nýtist ikki at hava nakrar serligar royndir - bara vera til reiðar at gera títt til, at skapa positivar upplivingar fyri bæði tínum arbeiðsfelögum og ikki minst, fyri festivalgestunum.

Fyri at gera sjálvboðið arbeiði á G! Festivalinum, skalt tú vanliga vera fylt/ur 18 ár. til nakrar av uppgávunum ber tó til, at vera niður í 15 ár. Sum sjálvboðin á G! Festivalinum fært tú fría atgongd til allan festivalin. Umframt tað, fært tú atgongd til serligt starvsfólkaöki. Arbeiðir tú dagarnar uppundir festivalin, er arbeiðstíðin 16 tímar. Arbeiðir tú á sjálvum festivalinum, er arbeiðstíðin 12 tímar.

Hvat dugir ella tímir tú væl? Vit hava störstan törv á vaktum og ruddarum, men pláss er tó eisini fyri nökrum sjálvbodnum til tildömis at fríðka um festivalökið og hjálpa til í onkrari avgreiðslu. Vónandi ber til at finna eitt arbeiði, ið passar væl til tín.

Melda teg til sum sjálvboðin til G! 2022 við at trýsta á hettar leinki Melda til. Tú fært síðani nærri boð frá einum av fyrireikarunum, um hvat tín leiklutur verður. Vit síggjast á G! 2022!

23 apr 2024
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!

Fleiri umboð frá G! hoyrdu bólkin í Washington, USA, farna heyst, og vóru öll samd um, at GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G! 2024. Nú koma tær, og tú mást fara! Les meira »

16 apr 2024
JJ Paulo á G!

Kom og dansa á G! saman við JJ Paulo! Les meira »

9 apr 2024
Plúmm skal spæla á G!

Allir tónleikarar vita hvörjir plúmmararnir eru, og eingin er sum Plúmm Les meira »

2 apr 2024
Das Body kemur á G!

Punkdiskotónar úr Oslo! Les meira »

26 mar 2024
Grönlendskur deyðsmálmur á G!

Vit gera klárt at lyfta hornini! Les meira »

19 mar 2024
Nelly Moar: Glöðandi R&B á G!

Norsku miðlarnir eru ikki í iva, Nelly Moar er stórsta R&B vónin tey eiga yviri í Noregi! Les meira »