30 apr 2021

G! verður í summar

Eftir góða og langa viðgerð hevur nevndin fyri G! gjört av,  at festivalurin verður hildin í summar. Festivalurin í ár verður 20. útgávan av G!, og tað fara vit at hátíðarhalda.

 

2000 atgongumerki eru longu seld og seinastu 2000 atgongumerkini verða nú lögd út til sölu. Atgongumerki til tjalding, kamping og annað verða lögd út 11. mai.

 

Stöðan kennist nú somikið trygg, at vit hava valt at halda fram við fyrireikingunum, sigur Sigvör Laksá, stjóri á festivalinum.  Avgerðin verður fyrst og fremst bygd á, at vit ikki hava Koronu í Föroyum og at tað tí ikki burdi verið nakað til hindurs fyri vit kunnu savnast 4000 fólk, uttandura. So hóast tilmælini enn siga, at ikki fleiri enn 500 fólk kunnu samlast, kunnu vit ikki bíða meira eftir boðum frá myndugleikunum, sigur Sigvör.  Festivalurin hevur eina fíggjarætlan upp á 5.5 milliónir og 1800 fólk eru á ymsan hátt virkin í skapanini av festivalinum. Praktisku fyrireikingarnar til festivalin krevja nógva tíð og orku, so nú leggja vit til brots og miðja eftir at gera okkara besta festival nakrantíð.

23 apr 2024
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!

Fleiri umboð frá G! hoyrdu bólkin í Washington, USA, farna heyst, og vóru öll samd um, at GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G! 2024. Nú koma tær, og tú mást fara! Les meira »

16 apr 2024
JJ Paulo á G!

Kom og dansa á G! saman við JJ Paulo! Les meira »

9 apr 2024
Plúmm skal spæla á G!

Allir tónleikarar vita hvörjir plúmmararnir eru, og eingin er sum Plúmm Les meira »

2 apr 2024
Das Body kemur á G!

Punkdiskotónar úr Oslo! Les meira »

26 mar 2024
Grönlendskur deyðsmálmur á G!

Vit gera klárt at lyfta hornini! Les meira »

19 mar 2024
Nelly Moar: Glöðandi R&B á G!

Norsku miðlarnir eru ikki í iva, Nelly Moar er stórsta R&B vónin tey eiga yviri í Noregi! Les meira »