19 Feb 2021

Fleiri nøvn kunngjørd

Nú eru vit klár við fleiri nøvnum til G! 2021.

Asaf Avidan er ísraelskur singer-songwriter og tónleikari. Hann er m.a kendur fyri sína serstøku rødd.

Jon Pareles frá New York Times hevur sagt, at Asaf Avidan skrivar sum Leonard Cohen, syngur sum Robert Plant og hevur karisma sum ein kabarett leikari. Tú hoyrir bæði Billie Holiday, Jeff Buckley, Janis Joplin og Bob Dylan í tónleikinum hjá honum, men ljóði er originalt og sangirnir eru vakurt og hjartaliga framførdir.

Týsk/danska GRETA er dreymapoppur við 80'ara synthum, sum hevur fingið ótrúliga góð ummæli í donskum miðlum, um útgávuna 'Ardent Spring' skrivaði Gaffa 'Ein ótrúliga sterk frumútgáva, sum trøllabindur frá byrjan til enda'.

Konni Kass trein inn á føroyska tónleikapallin við útgávuni Haphe í 2016. Haphe bleiv sera væl móttikin í Føroyum og ikki minst í útlondum, har áhugin fyri Konni Kass hevur verið stórur. Konni Kass hevur verið á fleiri konsertferðum í Danmark og Týsklandi, og hevur millum annað spælt á stórum útlendskum festivalum, so sum Iceland Airwaves, Eurosonic, Reeperbahn Festival, Spot Festival, by:Larm og Roskilde Festival. Vit gleða okkum at uppliva Konni á G! aftur.

Calby er ein tónleikaverkætlan hjá Mik Thybo, sum hevur framleitt tónleik fyri onnur og undir sínum egna navni í 15 ár. Tónleikurin er ein samantvinning av soul, poppi og indie rokki.

Janus Rasmussen er næstan fastur gestur á G!, men hetta verður fyrstu ferð, hann kemur at framføra við sínum solo tilfari.

Huun-Huur-Tu eru úr Tuva umráðnum í Russlandi. Tuva umráðið er kent fyri sín tónleik, og sín heilt serliga máta at syngja uppá. Háls sangararnir Huun-Huur-Tu hava ferðast kring allan heimin, og teljast millum eitt av størstu fólkatónleikara nøvnunum í heiminum.

Higartil hava vit kunngjørt m.a. José González, Tessu, Busy P, Katatonia, Eivør og Swangah.

7 May 2024
Jamie Grey from the UK joins the line-up!

At G! we love to catch stars in the making. Jamie Grey from the UK is one of those! Read more »

7 May 2024
Teitur performs at G!

Come and experience Teitur perform Poetry & Aeroplanes at G! 2024 Read more »

30 Apr 2024
Swangah - The Founders of Faroese Hip Hop joins the line-up!

Swangah - The Founders of Faroese Hip Hop Read more »

23 Apr 2024
GRÓA joins the line-up!

The Reykjavík-bred band merge elements of post-punk, noise-rock and art-pop with absolute abandon, arriving at an explosive, yet magnificently arranged sound unlike any other. Read more »

16 Apr 2024
JJ Paulo performs at G!

Come join the party at G! with JJ Paulo! Read more »

9 Apr 2024
Plúmm joins the line-up!

If you say Plúmm on the Faroe Islands, everyone will know that you are talking about some of the Faroes’ greatest instrumentalists ever. Read more »