19 Dec 2020

Keyp nú, rinda 1. mai

So er tíðin komin til at hyggja fram ímóti summarinum og G! Festivalinum í 2021, har vit vóna at sleppa at hátíðarhalda 20 ára føðingardagin saman við tykkum.

Seinasta árið hevur haft nógvar avbjóðingar, fyrst ein avlýsing, síðan korona, og so tann stóra avlýsingin av øllum festivalinum. Tað hevur gjørt tað trupult at fyrireika 2021 festivalin, men tað hevur eisini gjørt, at vit hava haft nógva tíð at laga okkum eftir nýggju støðuni, sum heimurin er í, og nú eru vit klár aftur!

G! Festivalurin kann nú bjóða tær at ogna atgongumerki til G! Festivalin 2021 og at rinda 1. mai, tá endaliga støðan er tikin, um festivalurin verður veruleiki.

Vit arbeiða fram ímóti at gera G! 2021 so vanligan sum møguligt, men um G! festivalurin verður avmarkaður í stødd, fáa tey fyrstu, sum hava keypt atgongumerki, fyrsta rætt til G! 2021.

Viðvíkjandi sølu av atgongumerkjum til tjalding og húsvognar, hava vit gjørt av at bíða til 1. mai, tá vit vónandi vita, hvussu støðan er við koronu og tilmælunum.

Við góðari hjálp frá okkara trúføstu stuðlum, kunnu vit bjóða tykkum hesa loysnina, sum bæði er til gagns fyri tykkum og okkum.

Komandi tíðina fara vit at kasta ljós á hvat G! 2021 hevur at bjóða.

Vit gleða okkum at fáa G! veistluna aftur á banan næsta ár, og tey næstu 20 árini!

24 Jul 2026
G! Festival 2026 was something truly special

Thank you to everyone who came and made G! Festival 2026 something truly special. Read more »

18 Jul 2026
G! is sold out

At around 4 p.m. today, this year’s G! Festival officially sold out. Read more »

18 Jul 2026
G! is close to selling out – ticket sales at the entrance have stopped

Only a limited number of tickets remain for G!, so tickets will no longer be sold at the entrance. Read more »

18 Jul 2026
Day 2 – Recap

The second day — Friday at G! Festival 2026— is now behind us but a lot to come! Read more »

18 Jul 2026
Saturday at G!

Here we are – the final day of G! is here! The vibe is high, and the programme is even better! Read more »

17 Jul 2026
Buses and Taxis at G!

Transport to and from the festival site. Here you can find more information about the available options. Read more »