Endurrindan av atgongumerkjum
Øll G! 2020 atgongumerkir verða endurrindað.
Tey, ið hava keypt atgongumerki á netinum, nýtast einki at gera.
Tey, ið hava keypt eitt fysist atgongumerki, vera biðin um at senda tað her:
G! Festival
Fyri Oman Brúgv 3
513 Syðrugøta
Viðmerk navn og kontonummar, har peningurin skal flytast. Goym mynd av atgongumerkinum, í fall tað skuldi blivið burtur í postinum.
Tíðarfreistin til at gera hetta er mánadagin, 10. august.
Peningurin verður fluttur, tá ið endurgjaldið frá landinum er komið.
Tað ber ikki til at flyta atgongumerkir til 2021!