29 mai 2020

Harmaljóð frá G!

Eftir at hava fylgt gongdini við koronasmittuni, týddi alt meira og meira uppá, at tað fór at verða ein avbjóðing at hava festival. Eftir seinastu fráboðanina frá landstýrinum, er avgjört at avlýsa festivalin í ár.


Hetta er ein tung avgerð at taka, men öll hava vit ábyrgd at ansa eftir hvörjum öðrum, og vit á G! mugu við harmi ásanna, at tað er ikki ráðiligt at hava festival í summar.

Öll tit, sum trúföst hava vitjað festivalin, hjartaliga takk. Uttan tykkum var einki G!, og vit hyggja frameftir við gleði, og vóna at hátíðarhalda 20-ára dagin komandi summar saman við tykkum.


Tá hjálparpakki 3 er samtyktur, fara vit at kunna nærri um möguligt endurgjald av atgongumerkjum, og hvat hetta merkir fyri framtíðina hjá festivalinum.

23 apr 2024
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!

Fleiri umboð frá G! hoyrdu bólkin í Washington, USA, farna heyst, og vóru öll samd um, at GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G! 2024. Nú koma tær, og tú mást fara! Les meira »

16 apr 2024
JJ Paulo á G!

Kom og dansa á G! saman við JJ Paulo! Les meira »

9 apr 2024
Plúmm skal spæla á G!

Allir tónleikarar vita hvörjir plúmmararnir eru, og eingin er sum Plúmm Les meira »

2 apr 2024
Das Body kemur á G!

Punkdiskotónar úr Oslo! Les meira »

26 mar 2024
Grönlendskur deyðsmálmur á G!

Vit gera klárt at lyfta hornini! Les meira »

19 mar 2024
Nelly Moar: Glöðandi R&B á G!

Norsku miðlarnir eru ikki í iva, Nelly Moar er stórsta R&B vónin tey eiga yviri í Noregi! Les meira »