28 Feb 2020

Saving Grace við Robert Plant & Suzi Dian avlýsa

G! boðar í dag frá, at Saving Grace við Robert Plant & Suzi Dian hava avlýst sína framførslu á G! 2020.
 
Bólkurin varð bókaður til at framføra leygardagin 18. juli, men hevur nú avlýst. Sambært management hjá Robert Plant er orsøkin, at Robert Plant hevur fingið negativa umtalu frá umhvørvisfelagskapinum Blue Planet Society viðvíkjandi grindadrápi.
 
Stjóri á G!, Sigvør Laksá, sigur soleiðis um støðuna: “Vit eru bæði vónbrótin og misnøgd við hesa avgerð. Vit hava glett okkum ótrúliga nógv og hava verið fegin um tann stóra áhugan og góðu móttøkuna, ið veruliga hevur ført til ein Robert Plant fepur í Føroyum”.
 
Sigvør síður víðari: “Vit eru serliga vónbrotin av, at vit ikki fingu møguleikan at samskifta beinleiðis við management hjá Robert Plant, har vit kundu havt sagt okkara søgu og kanska fingið hann at hugsa umaftur. Robert Plant hevur so seint sum í 2019 spælt bæði í Noregi og Íslandi har stórhvalur verður veiddur við handilssligum vinningi. Tað ger tað uppaftur truplari hjá okkum at skilja hesa avgerðina.”
 
Stjórin á G! endar: “Hetta er ein stórur smeitur fyri festivalin, og eru vit noydd til at umhugsa mátan og karmarnar rundanum framleiðslu av G! í framtíðini.
 
Um tú ynskir at fáa atgongumerkið endurrindað, send ein teldupost til info@gfestival.com innan sjey dagar (bert galdandi fyri atgongumerkir ið eru seld eftir Saving Grace var kunngjørt og fram til dags dato, 28.2.2020).

16 Apr 2024
JJ Paulo performs at G!

Come join the party at G! with JJ Paulo! Read more »

9 Apr 2024
Plúmm joins the line-up!

If you say Plúmm on the Faroe Islands, everyone will know that you are talking about some of the Faroes’ greatest instrumentalists ever. Read more »

2 Apr 2024
Das Body joins the line-up!

Punk disco from Oslo. Read more »

26 Mar 2024
Greenlandic death metal at G!

We are getting ready to raise our devil horns! Read more »

19 Mar 2024
Nelly Moar performs at G!

Lit R&B at G! Read more »

12 Mar 2024
G! Festival announcing Agat - Rocking punk rap

Come and get carried away as Agat takes over! Read more »