27 nov 2019

G! installatión avdúkað

Ein verkætlan, har tey skapandi evnini hava verið í hásæti, verður nú víst fram fyri almenninginum fyri fyrstu ferð.
 
Í samband við startskotið til G! 2020, hevur listaikonið úr Klaksvík, Edward Fuglø, evnað og sniðgivið eina installatión, ið byggir á kenda G! búmerkið. Installatiónin verður brúkt sum grundarlag undir tí grafiska samleikanum til komandi festivalin.
 
Edward hugleiðir um verkið: “G! er so nógv annað og meira enn ein festivalur. G! er eitt fyribrigdi. Sum frálíður hevur G! vaksið seg til ein sannan klekjara av stjørnustundum og hevur so dyggiliga sett bæði Gøtu og Føroyar á altjóða festivalkortið. Líka síðan undangongufólkini byrjaðu G!, hevur tað originala, nýhugsanin, tað fevnandi, ein brúsandi kreativitetur og slóðbrótandi tónleikur verið lyklaorðini hjá G!, fyri ikki at gloyma gestablídni, hugnan og tað heimliga, tað bygdasliga, ævintýrið, dreymarnar. Í dag kenna vit øll hugtakið “tað G!-sliga”, og tað er hetta huglagið, sum mín G! installatión skal lýsa.”
 
Nýggja G! installatiónin hjá Edwardi, er uppsett í býráðshúsinum í Norðagøtu, og verður hon framsýnd har fram til 15. Januar 2020.

23 apr 2024
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!

Fleiri umboð frá G! hoyrdu bólkin í Washington, USA, farna heyst, og vóru öll samd um, at GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G! 2024. Nú koma tær, og tú mást fara! Les meira »

16 apr 2024
JJ Paulo á G!

Kom og dansa á G! saman við JJ Paulo! Les meira »

9 apr 2024
Plúmm skal spæla á G!

Allir tónleikarar vita hvörjir plúmmararnir eru, og eingin er sum Plúmm Les meira »

2 apr 2024
Das Body kemur á G!

Punkdiskotónar úr Oslo! Les meira »

26 mar 2024
Grönlendskur deyðsmálmur á G!

Vit gera klárt at lyfta hornini! Les meira »

19 mar 2024
Nelly Moar: Glöðandi R&B á G!

Norsku miðlarnir eru ikki í iva, Nelly Moar er stórsta R&B vónin tey eiga yviri í Noregi! Les meira »