25 nov 2019

Spennandi tíðir hjá G!

Fyrireikingar til G! 2020 eru veruliga farnar í gongd og hevur festivalurin fleiri tíðindi at bera í nærmastu framtíð.
 
Fyrsti tíðindabitin í røðini er setanin av nýggja tónleikastjóranum Michael A. C. Johannesen. Michael hevur verið forstjóri í street-wear handlinum Útilív seinastu árini, er tónleikaframleiðari og er eisini sera virkin í DJ umhvørvinum.
 
Michael er ikki ókendur í G! høpi. Seinastu tveir festivalarnar hevur hann staðið fyri Grundini. Nú far hann fleiri pallar at umsita og arbeiða við. Michael sigur soleiðis um nýggja møguleikan: “Eg gleði meg til avbjóðingina, og at halda fram við tí góða arbeiðinum, sum Fred hevur gjørt seinastu árini. G! er nakað heilt serligt, og tað fer tað altíð at vera, og eg síggi fram til at avdúka tey fyrstu nøvnini til G! 2020 og kann longu nú siga, at fólk kunnu gleða seg.”
 
Nýggi tónleikastjórin kemur at virka í tøttum samstarvi við Fróða Tórálvsson Stenberg, ið hevur røkt altjóða sambond hjá festivalinum, og sum nú eisini samskipar PR, marknaðarføring og logistik hjá festivalinum. Umframt Michael og Fróða, eru Kristfríð Tyril, høvuðssamskipari og Sigvør Laksá, stjóri, partur av fasta toyminum hjá G! festivalinum.

Meira verður at frætta frá G! í næstum.

26 mar 2024
Grönlendskur deyðsmálmur á G!

Vit gera klárt at lyfta hornini! Les meira »

19 mar 2024
Nelly Moar: Glöðandi R&B á G!

Norsku miðlarnir eru ikki í iva, Nelly Moar er stórsta R&B vónin tey eiga yviri í Noregi! Les meira »

12 mar 2024
G! kunnger: Agat - Rokkandi punkrapp

Kom og verð rivin við, tá ið Agat tekur yvir! Les meira »

10 mar 2024
7 föroysk növn kunngjörd

Aftur í ár var G! við til at hátíðarhalda spæl föroyskt vikuna. Les meira »

10 mar 2024
Aggrasoppar spæla á G!

Allastaðni har tey koma vekja tey stóran áhuga. Rættiliga merkisvert, tá ið tú hugsar um, at tey rappa og syngja á föroyskum, og hava undarligar tekstir. Les meira »

9 mar 2024
Konsörn framförir á G!

Sterka huglagið verður í hásæti, tá ið Konsörn framförir á G! Les meira »