HOYMA - her eru yvirlit, skrá og kort
Heimsins hugnaligasta tónleikahátíð, HOYMA, verður í Syðrugøtu leygardagin 19. oktober. Her fært tú yvirlit yvir dagin
HOYMA hevur verið hildið á hvørjum ári síðani 2013, hetta er sostatt sjeynda útgávan av tiltakinum. Síðani fyrsta HOYMA hava onnur líknandi tiltøk, ið byggja neyvt og minni neyvt á sama hugskotið tikið seg upp. Vit kunnu nevna HeiMA í Nólsoy, Húsagongd í Vágunum, Suðurljóð á Tvøroyri umframt HEIM á Fjóni í Danmark og HEIMA SKAGI í Hafnafirði.
Men tað er also originalurin, HOYMA, sum verður hildin í Syðrugøtu um vikuskiftið. Tey sum koma at framføra í heimunum eru hesi:
Dupultkvartettin í Ebenezer, Die Færsøsche Polkaband, Hallur Joensen, Greta Svabo Bech, Guðrið Hansdóttir, Danny & Símun (úr Danny & The Veetos), Lea Kampmann, Mattias Kapnas, Jógvan, roWan
Harumframt fara Hamradun accustic trio á pall og Bjørn Hentze Bech, kendur úr "Afturljóð" í KVF at venda plátum í Tøting til eftirveitsluna, ið er aftaná heimakonsertirnar. Eftirveitslan er opin fyri øllum, sum hava atgongumerki til HOYMA.
Í ovaru hæddini í Valhøll, har G! vanliga hevur skrivstovu, er HOYMA-miðstøð. Har kanst tú koma og fáa atgongumerki býtt um við armband og har ber til at keypa sær ein góðan morgunmat, sum kórið Eystanljóð stendur fyri. Seinnapartin er kaffistova og frá kl 17 er matstova við køldum borði.
Tak niður skrá og kort yvir økið her: HOYMA skrá og kort 2019
Keyp atgongumerki her: KEYP HOYMA ATGONGUMERKI