17 Oct 2019

HOYMA - her eru yvirlit, skrá og kort

Heimsins hugnaligasta tónleikahátíð, HOYMA, verður í Syðrugøtu leygardagin 19. oktober. Her fært tú yvirlit yvir dagin

HOYMA hevur verið hildið á hvørjum ári síðani 2013, hetta er sostatt sjeynda útgávan av tiltakinum. Síðani fyrsta HOYMA hava onnur líknandi tiltøk, ið byggja neyvt og minni neyvt á sama hugskotið tikið seg upp. Vit kunnu nevna HeiMA í Nólsoy, Húsagongd í Vágunum, Suðurljóð á Tvøroyri umframt HEIM á Fjóni í Danmark og HEIMA SKAGI í Hafnafirði.
Men tað er also originalurin, HOYMA, sum verður hildin í Syðrugøtu um vikuskiftið. Tey sum koma at framføra í heimunum eru hesi:

Dupultkvartettin í Ebenezer, Die Færsøsche Polkaband, Hallur Joensen, Greta Svabo Bech, Guðrið Hansdóttir, Danny & Símun (úr Danny & The Veetos), Lea Kampmann, Mattias Kapnas, Jógvan, roWan

Harumframt fara Hamradun accustic trio á pall og Bjørn Hentze Bech, kendur úr "Afturljóð" í KVF at venda plátum í Tøting til eftirveitsluna, ið er aftaná heimakonsertirnar. Eftirveitslan er opin fyri øllum, sum hava atgongumerki til HOYMA.

Í ovaru hæddini í Valhøll, har G! vanliga hevur skrivstovu, er HOYMA-miðstøð. Har kanst tú koma og fáa atgongumerki býtt um við armband og har ber til at keypa sær ein góðan morgunmat, sum kórið Eystanljóð stendur fyri. Seinnapartin er kaffistova og frá kl 17 er matstova við køldum borði.

Tak niður skrá og kort yvir økið her: HOYMA skrá og kort 2019

Keyp atgongumerki her: KEYP HOYMA ATGONGUMERKI

 

24 Jul 2026
G! Festival 2026 was something truly special

Thank you to everyone who came and made G! Festival 2026 something truly special. Read more »

18 Jul 2026
G! is sold out

At around 4 p.m. today, this year’s G! Festival officially sold out. Read more »

18 Jul 2026
G! is close to selling out – ticket sales at the entrance have stopped

Only a limited number of tickets remain for G!, so tickets will no longer be sold at the entrance. Read more »

18 Jul 2026
Day 2 – Recap

The second day — Friday at G! Festival 2026— is now behind us but a lot to come! Read more »

18 Jul 2026
Saturday at G!

Here we are – the final day of G! is here! The vibe is high, and the programme is even better! Read more »

17 Jul 2026
Buses and Taxis at G!

Transport to and from the festival site. Here you can find more information about the available options. Read more »