13 Jul 2019

G! Maturin: Gott úrval og høg góðska

Tá ein hugsar festivalar, so hugsar mann allarhelst um tónleikin, huglagið og ballið - men í ár fara gestirnir á G! óivað eisini at hugsa um matin.

 

Á G! 2019 eru heili 13+ matarstøð, har gestirnir kunnu keypa sær ein bita. Í ár ber til at fáa alt frá ramen til fish&chips.

Men tað er ikki bara ein og hvør matur, ið verður seldur. Fyriskiparirnir á G! leggja stóran dent á góðsku og seta sera høg krøv til hvørt einasta matarstað.

Kristfríð Tyril sigur m.a: “Tað skal vera kvalitetur, tað má gjarna vera vistfrøðiligt. T.d. við djúsi, so skal tað vera gott og nýgjørt. Úrvalið má gjarna vera breitt, og fevna um vegetarar. Festivalmatur skal ikki bara vera pylsur og vánaligt kjøt.”

Eitt dømi um hetta er matvognurin Brioche, ið hava tikið teirra matvogn við norð til Syðrugøtu. Vognurin hevur nú í eina tíð koyrt runt og selt burgarar kring landið, og er vorðin bæði kendur og væl dámdur.

Kristfríð Tyril heldur at hetta er ein gott ískoyti til matarumhvørvið á G! “Brioche nýta kjøt frá oksa, ið hevur gingið leysur og vørur av ógvuliga góðsku.”

Ein nýggj vøra í ár er alkoholfrí øl. Orsøkin til hetta er, at har eru fleiri, ið ynskja at drekka øl, uttan at blíva ávirkaði ella full. Øl er fyri fleiri ein kjarna av tí at vera á festival, men tað nýtist ikki at vera knýtt at rúsi.

Tað er tískil okkurt til hvønn bæði at eta og drekka á G! og við hetta lag man úrvalið bert fara at breiðkast og betrast.

Mynd: Alessio Mesiano

26 Mar 2024
Greenlandic death metal at G!

We are getting ready to raise our devil horns! Read more »

19 Mar 2024
Nelly Moar performs at G!

Lit R&B at G! Read more »

12 Mar 2024
G! Festival announcing Agat - Rocking punk rap

Come and get carried away as Agat takes over! Read more »

10 Mar 2024
Aggrasoppar joins the line-up!

Everywhere they go, they spark great interest. Read more »

9 Mar 2024
Konsørn performs at G!

A magical vibe will ring when Konsørn performs at G! Read more »

8 Mar 2024
Jógvan joins G! line-up

This will be a moment where we give the mic to the troubles of the soul. We will listen as Jógvan tells his story. Read more »