13 jul 2019

Teir villu svanirnir vunnu Ársins Camp!

Ein nevnd hevur vitjað tjaldingarøkið, og tað er einmælt samtykt at campurin “Svanareiðrið” skuldi hava heiðurin sum Ársins Camp!

Svanareiðrið er ein bólkur av vinfólkum sum hava gjørt sær serligan ómak á ársins G! Hevur tín camp eitt flagg? Flott. Eina sofu? Eyka flott. Men hevur tín camp bygt ein hátalara inn í ein fokking svana? I don’t think so. Hava tit framleitt egið búmerki til allar tykkara øl? Nope. Tað er hetta støðið av dedikatión og eldhuga sum fólkini í Svanareiðrinum hava lagt í teirra camp.

Har var onki at ivast í. Tá nevndin sá Svanareiðrið læt úr teimum øllum: “Hetta er tað”.

Hjartaliga tillukku Svanareiðrið! Takk fyri tykkara ágrýtni og tykkara hugflog, tit hava so dyggiliga uppiborið heiðurin Ársins Camp 2019!

23 apr 2024
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!

Fleiri umboð frá G! hoyrdu bólkin í Washington, USA, farna heyst, og vóru öll samd um, at GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G! 2024. Nú koma tær, og tú mást fara! Les meira »

16 apr 2024
JJ Paulo á G!

Kom og dansa á G! saman við JJ Paulo! Les meira »

9 apr 2024
Plúmm skal spæla á G!

Allir tónleikarar vita hvörjir plúmmararnir eru, og eingin er sum Plúmm Les meira »

2 apr 2024
Das Body kemur á G!

Punkdiskotónar úr Oslo! Les meira »

26 mar 2024
Grönlendskur deyðsmálmur á G!

Vit gera klárt at lyfta hornini! Les meira »

19 mar 2024
Nelly Moar: Glöðandi R&B á G!

Norsku miðlarnir eru ikki í iva, Nelly Moar er stórsta R&B vónin tey eiga yviri í Noregi! Les meira »