Væl á veg 2016
Í samstarvi við G! Festivalin syrgja Atlantic Airways og Iceland Airwaves fyri, at eitt føroyskt tónleikanavn á hvørjum ári spælir á Iceland Airwaves festivalinum í november.
Føroyska tónleikanavnið, sum verður valt á ársins G! Festivali, fær eitt gávubræv áljóðandi 20.000 krónur frá Atlantic Airways til luttøkuna.
G! Festivalurin er errin av at kunngera, at tey trý føroysku tónleikanøvnini, sum eru innstillaði til gávubrævið, eru Lea Kampmann, Konni Kass og SAKARIS.
Iceland Airwaves verður til staðar á G! Festivalinum fyri at velja ársins nýggja føroyska tónleikanavn, sum skal til Íslands í november.
Vinnarin verður avdúkaður á sandinum í Syðrugøtu seinnapartin leygardagin klokkan 16.45.
Vit síggjast á sandinum.