Sangløtan 2019
Í kvøld síggjast vit øll á sandinum, ikki so? Jú. Allir sangirnir eru at finna á Sona appini - ver til reiðar at syngja!
Á tónleikaligu tjóðarhátið føroyinga skulu føroyingar sjálvandi sleppa at syngja. Eftir at vit øll í felag hava fingið mettuna av saltfiski á sandinum, byrjar felagsløtan av teimum øllum aftaná. Nevniliga sangløtan. Í ár kemur ein breiður skari av føroya fremstu sangarum, millum annað M. C. Restorff, Danny Baldvinsson og nógv fleiri at spæla allar okkara yndis kærleikssangir, ballingarsangir, tjóðskaparsangir og barnasangir.
Tak vinfólkini, makan, ella ommu tína undir armin og kom og dansa, syng og verið saman øll somul á sandinum til Sangløtuna 2019. Sangir vera at finna á Sona appini.
Vit gleða okkum!
Mynd: Alessio Messiano