Grundin til at dansa í kvøld
Er festivalurin veruliga byrjaður, fyrr enn Grundin opnar? Tað er í kvøld spikafeitasti náttklubburin fer av bakkastokki. Klokkan 23:30 letur Phat Phil Cooper dyrnar upp.
Aftan á tekur Simon Littauer yvir. Tað einasta ummælarar kundu seta fingurin á hjá Littauer, tá hann framførdi á Roskilde í 2018, var, at hann framførdi um dagin. So mann hann ikki vera í essinum, tá hann byrjar klokkan 01:30?
Síðani framførir viðurkendi produsarin og DJ ANNA LANN. Og tá hon fer í holtur við Grundina klokkan 02:30, ja, hvør veit so, nær tað endar?