Íslendsk innrás
Syrg fyri at vera til staðar, tá dreymakendu Vök trína á pall á Sandinum og orkumiklu JóiPé x Króli byrja ballið á Spæliplássinum
Okkara kæru, “þídningarmiklu” frændir fyri vestan, íslendingar, eru væl umboðaðir á skránni í dag.
Klokkan 21.20 spælur dreymakendi indie/elektropopp bólkurin Vök, sum hevur fingið altjóða áhuga við løgum eins og og “Night and Day” og “Waterfalls”.
Seinni í kvøld, klokkan 01.20 inntaka JóiPé x Króli pallin á Spæliplássinum. Við orkumiklum løgum, eins “B.O.B.A.” og “Tveir Koddar” kunnu tit vera vís í at ballið er tryggjað.
Síggjast? Síggjast!