12 jul 2019

Fyrsti festivaldagurin er av

Luktaði tú fjósið? Sveittaði tú í sauna? Hoyrdi tú Eivør spæla Guðrið, Marius spæla Gretu og hevur tú sand í skónum?

Fyrsti dagur á G! er av og hetta er ein G!-hósdagur, vit seint fara at gloyma. Sandurin varð opnaður við okkara fólkakærastu tónleikarum, sum spældu løg hjá hvørjum øðrum. Eivør, Marius, Greta Svabo Bech, Guðrið Hansdóttir og Høgni fingu fjøldina at syngja við og skjótt var, at sandurin fyltist.

Phlake kom aftur til Føroyar á vitjan meðan bæði føroyska Jasmin og danski Noah Carter fingu spæliplássið at kóka. Í Fjósinum hoyrdist ársins tyngstu málmskonsertir við Irons Lungs, Zhrine og Baest

Seinasta konsertin varð hildin á spæliplássinum við belgisku SHHT. Vit høvdu gjarna viljað sagt nøkur orð um konsertina… men orð eru fátøk. Hyggið bara eftir myndunum.

Síggjast vit í morgin?

30 apr 2024
Hetta fer út til allar Föroyar: Swangah spælir á G!

Teir hava áður fingið G! í kók, men í ár verður tað uppá spruttkók Les meira »

23 apr 2024
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!

Fleiri umboð frá G! hoyrdu bólkin í Washington, USA, farna heyst, og vóru öll samd um, at GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G! 2024. Nú koma tær, og tú mást fara! Les meira »

16 apr 2024
JJ Paulo á G!

Kom og dansa á G! saman við JJ Paulo! Les meira »

9 apr 2024
Plúmm skal spæla á G!

Allir tónleikarar vita hvörjir plúmmararnir eru, og eingin er sum Plúmm Les meira »

2 apr 2024
Das Body kemur á G!

Punkdiskotónar úr Oslo! Les meira »

26 mar 2024
Grönlendskur deyðsmálmur á G!

Vit gera klárt at lyfta hornini! Les meira »