Opening Concert
Í ár verður fyrsta konsertin á sandinum nakað heilt serstakt - ein konsert har nakrir av okkara kærastu tónleikarum fara at savnast um og heiðra tónleikin hjá hvørjum øðrum. Konsertin er byrjanin til 18. G! festivalin, og er eitt slag av eini “ all star” konsert, har Eivør, Greta, Marius, Guðrið og Høgni við bólki fara at framføra kend løg hjá hvørjum øðrum, soleiðis sum tú ongantíð hevur hoyrt tey fyrr.
Njótið samanrenningina av hesum fantastisku røddunum og tónleikarum, tá ið vit koma saman í kærleika til tónleikin hóskvøldið á G!