20 jun 2019

Sjálvboðin á G! 2019

Grundarlagið undir einum og hvörjum festivali er arbeiði - nógv arbeiði av nógvum hondum. Tínar hendur eru vælkomnar! At vera sjálvboðin á G! Festivalinum skal vera stuttligt og læruríkt, og tað skal vera sosialt og inspirerandi. Tað skal vera feitt. Vit hava brúk fyri sjálvbodnum á nógvum ymiskum arbeiðsökjum. Tær nýtist ikki at hava nakrar serligar royndir, bara vera til reiðar at gera títt til, at skapa positivar upplivingar fyri bæði tínum arbeiðsfelögum og ikki minst, fyri festivalgestunum.

Fyri at gera sjálvboðið arbeiði á G! Festivalinum, skalt tú vera fyltur 18 ár. til nakrar av uppgávunum ber tó til, at vera niður í 15 ár. Sum sjálvboðin á G! Festivalinum fært tú fría atgongd til allan festivalin. Umframt tað, fært tú atgongd til serligt starvsfólkaöki. Arbeiðir tú dagarnar uppundir festivalin, er tíðin 16 tímar. Arbeiðir tú á sjálvum festivalinum, er arbeiðstíðin 12 tímar.

Hvat dugir ella dámar tær serliga væl? T.d. Rudda? Vaktararbeiði? Gera mat? Hugna um? Arbeiða kreativt? Vónandi finna vit eitt arbeiðið ið passar væl til tín.

Til ber at melda seg við at trýsta á hesa leinkjuna: Melda til her

30 apr 2024
Hetta fer út til allar Föroyar: Swangah spælir á G!

Teir hava áður fingið G! í kók, men í ár verður tað uppá spruttkók Les meira »

23 apr 2024
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!

Fleiri umboð frá G! hoyrdu bólkin í Washington, USA, farna heyst, og vóru öll samd um, at GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G! 2024. Nú koma tær, og tú mást fara! Les meira »

16 apr 2024
JJ Paulo á G!

Kom og dansa á G! saman við JJ Paulo! Les meira »

9 apr 2024
Plúmm skal spæla á G!

Allir tónleikarar vita hvörjir plúmmararnir eru, og eingin er sum Plúmm Les meira »

2 apr 2024
Das Body kemur á G!

Punkdiskotónar úr Oslo! Les meira »

26 mar 2024
Grönlendskur deyðsmálmur á G!

Vit gera klárt at lyfta hornini! Les meira »