8 jun 2019

Fleiri nýggj norðurlendsk nøvn á G!

Nú bert 5 vikur eru eftir til G!, frøir tað okkum at kunngera, at nøkur av teimum allarbestu norðurlendsku nøvnunum fara at spæla á G! í summar. Tey eru Phlake, Vök, Noah Carter og Yaeger

Phlake eru ikki ókendir ímillum G! fjepparar. Í 2016 stóðu teir sum ein rímuliga ókend donsk duo og lýstu upp á
sandinum við tónleiki av teirra fyrstu fløgu “Slush Hours”. Í 2018 vóru teir mest spældi danski bólkurin í DR. Gleð
teg til at hoyra Phlake á sandinum hóskvøldið á G!

Noah Carter hevur lyft danskt hipp hopp á eitt altjóða støði. Fyribils hevur hann argað heimin við nøkrum fáum
útseldum konsertum og útgávum. Tónleikurin er myrkur og tekstirnir eru livandi. Noah er tað næsta stóra á
danska rapp pallinum, halda vit.


Endiliga gjørdi íslendska Vøk innrás á G!. Elektroniska dreymapopptrio´in hevur fingið altjóða viðurkenning fyri
útgávuna “In the Dark”, ið var útgivin í 2019.  Vit gleða okkum til at nýskapandi, væl hugsaðu og atmosferisku
ljóðmyndirnar fara at kína hvørjum sandkorni á Gøtusandi fríggjakvøldið á G!


Við Yaeger fáa vit vitjan úr komandi ættarliði í svenskum popptónleiki. Yeager blandar tað besta úr svenskum
poppi saman við amerikanskum hugburðsløddum R&B tónleiki.


Komandi 5 vikurnar fara vit at kunngera enn meira, umframt at vit fara at kunna nærri um, hvussu G! skráin
kemur at síggja út.
Les meira á www.gfestival.com og á facebook.

30 apr 2024
Hetta fer út til allar Föroyar: Swangah spælir á G!

Teir hava áður fingið G! í kók, men í ár verður tað uppá spruttkók Les meira »

23 apr 2024
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!

Fleiri umboð frá G! hoyrdu bólkin í Washington, USA, farna heyst, og vóru öll samd um, at GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G! 2024. Nú koma tær, og tú mást fara! Les meira »

16 apr 2024
JJ Paulo á G!

Kom og dansa á G! saman við JJ Paulo! Les meira »

9 apr 2024
Plúmm skal spæla á G!

Allir tónleikarar vita hvörjir plúmmararnir eru, og eingin er sum Plúmm Les meira »

2 apr 2024
Das Body kemur á G!

Punkdiskotónar úr Oslo! Les meira »

26 mar 2024
Grönlendskur deyðsmálmur á G!

Vit gera klárt at lyfta hornini! Les meira »