19 okt 2018

Her er skráin og kort yvir økið til HOYMA

Tak niður skránna her
Tak niður kort av økinum her
Keyp atgongumerki her

Leygardagin 20. oktober verður árliga HOYMA tiltakið. Hesaferð eru øll luttakandi húsini niðri í bygdini í Syðrugøtu.Allar 20 konsertirnar eru í høvuðsheitum akkustiskar og ganga fyri seg heima hjá Syðrugøtufólki.

Luttakandi tónleikarar hesuferð eru: Teitur, Stanley Samuelsen, Signar í Homrum, Leon Hansen, HEIÐRIK, Silvurdrongur, ELINBORG, Uni Debess, Götu Kirkju Ungdómskór, Alvi JoensenKonsertirnar byrja kl 18.30, men tað ymiskt á skrá allan dagin frá morgunstundini av. Til at keypa sær morgunmat, kaffi og døgurða í matstovu, sum kórið Eystanljóð skipar fyri saman við Gutta Winther í ovaru hædd í Valhøll, har eisini ítrív fyri børn eru um morgunin.

Eitt annað sum dregur fólk til bygdina leygardagar er væl umtókti vikuligi marknaðardagurin við føroyskum matvørum á fiskavirkinum í Norðragøtu, sum er opin frá 11 til 14.

Fyri børn er Ævintýraferðin við Dánjal á Neystabø og Búa Dam á skránni í Tøting. Og fyri bæði børn og vaksin eru heitir pottar settir upp við sandin. Tá konsertirnar eru lidnar er opið hús í Töting, har til ber at dansa "til dan ljósa morgun".

Atlantic Airways og Dism hava stuðlað tiltakinum og tað er G! Grunnurin sum skipar fyri.

23 apr 2024
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!

Fleiri umboð frá G! hoyrdu bólkin í Washington, USA, farna heyst, og vóru öll samd um, at GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G! 2024. Nú koma tær, og tú mást fara! Les meira »

16 apr 2024
JJ Paulo á G!

Kom og dansa á G! saman við JJ Paulo! Les meira »

9 apr 2024
Plúmm skal spæla á G!

Allir tónleikarar vita hvörjir plúmmararnir eru, og eingin er sum Plúmm Les meira »

2 apr 2024
Das Body kemur á G!

Punkdiskotónar úr Oslo! Les meira »

26 mar 2024
Grönlendskur deyðsmálmur á G!

Vit gera klárt at lyfta hornini! Les meira »

19 mar 2024
Nelly Moar: Glöðandi R&B á G!

Norsku miðlarnir eru ikki í iva, Nelly Moar er stórsta R&B vónin tey eiga yviri í Noregi! Les meira »