14 jul 2018

G! Sanglötan 2018

Liggjandi letingi - Niels Midjord

Eg tími ikki ein skid í dag, so troyttur eri eg. 

Eg tími ikki at vakna. Eg tími ikki upp. 

Eg vil liggja her og letast, til eg ikki tími meir.


Eg tími ikki ein skid í dag, eg vil liggja her í frið. 

Her havi eg tað gott, og kemur nakar her,

so snorki eg beinanveg til eg ikki tími meir.


Eg tími ikki ein skid í dag eg vil liggja sum eg liggi, 

við hond uppundir kinn, eg gálvi eftir öllum 

og eg tími ikki at tíma, til eg ikki tími meir.


Mín grái fordur - Niels Midjord

Ein frídag setti eg meg í mín bil, 

so koyrdi eg so langt sum tað bar til. 

Tann tankin kemur til mín meðan eg koyri, 

hvönn kennir tú á Oyri, ikki eina sjel!


Á Eiði eru nógvir sterkir menn, 

tann sterkasti av teimum livir enn – 

hjá honum sýnist ei at vera strævið 

at fáa deyða havið heilt upp undir knæ.


Eg haldi á, og útvarpið er frá. 

Tað hoyrist hvör, ið leggur plátur á: 

– tað næsta, vit nú hoyra, er ein svii, 

Björn Afzelius Weihe, eitur nakar so?


Mín grái Fordur, sum hevur tænt mær væl, 

Tá spidaran eg trýsti á, fer annar viskarin upp frá, 

og koblingin hon glíður ein fót. 

Mín grái Fordur, hevur tænt mær væl. 

Men tað er so eiðasört at tað bítur á viðhvört, 

hvat skeivt havi eg gjört?


So inn í eina sölubúð eg fór, 

– eg ætlaði at keypa eina bjór, 

men har var trongt sum seyður í tunnu, 

um krambagentur runnu, eg mátti geva tol.


Eg hyggi mær so í eitt Se & Hör, 

har Rambolina vísir síni lör, 

kvikliga eg leggi blaðið frá mær 

áðrenn tað sæst á mær, hvat eg havi sæð! 


Tann gráa Fordin, sum hevur tænt mær væl, 

Tá spidaran eg trýsti á, fer annar viskarin upp frá, 

og koblingin hon glíður ein fót. 

Mín grái Fordur, hevur tænt mær væl. 

Men tað er so eiðasört at tað bítur á viðhvört, 

hvat skeivt havi eg gjört?


Nú fái eg og leypi so á dyr, 

eg skundi mær at seta í fjórða gear. 

Magnussen, hann spælir heila lortið, 

frá “Gras” til “Mezzoforte”, tað er púra vist.


Á veg til hús eitt vegskelti eg sá, 

eg lesi so hvat stendur har uppi á. 

Ein löta er til tíggjuoyrað fellur: 

Oyndarfjörður, Hellur, sig mær, passar tað.


Endiliga eri eg við hús, 

eg fái mær uppí eitt glas av djús 

og leggi meg í songina at lesa 

móður sum Theresa, av at koyra Ford. 


Mín grái Fordur, sum hevur tænt mær væl, 

Tá spidaran eg trýsti á, fer annar viskarin upp frá, 

og koblingin hon glíður ein fót. 

Mín grái Fordur, hevur tænt mær væl. 

Men tað er so eiðasört at tað bítur á viðhvört, 

hvat skeivt havi eg gjört?


Amazing Grace

Amazing grace! How sweet the sound

That saved a wretch like me.

I once was lost, but now am found,

Was blind, but now I see. 


'Twas grace that taught my heart to fear,

And grace my fears relieved.

How precious did that grace appear

The hour I first believed.


Through many dangers, toils and snares

I have already come;

'Tis grace hath brought me safe thus far

And grace will lead me home.


The Lord has promised good to me

His word my hope secures;

He will my shield and portion be,

As long as life endures.


Yea, when this flesh and heart shall fail,

and mortal life shall cease,

I shall possess within the veil,

A life of joy and peace.


When we've been there ten thousand years

Bright shining as the sun,

We've no less days to sing God's praise

Than when we've first begun.


Motormani - Ólavur Højgaard

Eg havi keypt mær ein bil ið koyrir hagar eg vil kemur tú uppí 

hann hevur kompakt-disk – elektroniskt rútavisk og hann bremsar væl 

hann hevur fýra hjól og háfjalssól og luktar væl 

av leður og stál – hann hevur egna sál og eg elski hann


Hann kostar hálva millión meir enn tann hjá Jón – hóskar til mín persón 

tá eg trýsti á ein knapp koyra vit um kapp – tit hava ongan kjans 

og tá eg seti hann í garasjuna so pakki eg hann inn 

í floyal og vatt – mín egna skatt á eg elski hann


Eg havi motormani – eg fái bert frið í fimta gear 

tá mítt skínandi stál rýkur fyrst í mál ja tá livi eg væl 

eg havi motormani – tá eg fari á glið tað gerst ikki við 

bert eg havi mín bil kann verðin vera sum hon vil


Eg havi goldið kontant eg havi onki lænt tí eg havi ráð 

eg havi fiskað nógv og arbeitt í slógv so eg havi ráð 

kom bara upp í so koyra vit alt Föroya landi runt – 

her er leður og stál – hann hevur egna sál og eg elski hann


Eg havi motormani – eg fái bert frið í fimta gear 

tá mítt skínandi stál rýkur fyrst í mál ja tá livi eg væl 

eg havi motormani – tá eg fari á glið tað gerst ikki við 

bert eg havi mín bil kann verðin vera sum hon vil


Eg siti so eina - Ólavur Højgaard

Eg siti so eina við bálið í kvöld 

og hugsi um teg mín elskaða, 

nú sólin fer niður, og náttin gerst köld, 

og stjörnurnar glitra himli á. 


Eg reið mær avstað til Texas bý, 

yvir prerians flötur, fjöll og líð, 

eg reið mær henda langa veg, 

tí eg skuldi hitta teg, mín hestur, mín saðil og eg. 


Og nú vit aftur sita saman her, 

við longsli eg takið teg í favn, 

aftaná hesa longu vandamiklu ferð, 

eg teski títt elskaða navn. 


Eg reið mær avstað til Texas bý, 

yvir prerians flötur, fjöll og líð, 

eg reið mær henda langa veg, 

tí eg skuldi hitta teg, mín hestur, mín saðil og eg.


Mítt vakra föroya land - Janus

Tú brýnda land mítt, í stolta hav

Tú sættis niður, fór ei í kav

Títt hvassa lyndi, títt/og eygnabrá

Tað er tað landið, mín móður sá

 

Eg elski hesar löturnar

Við vindi og sól

Og kavaflykrur falla

Eg gangi hesar göturnar

Dalar og skörð

Til dagur fer at halla

 

Tú veingir gav mær, tú heldur í

Og flogið ber meg mót tíni líð


Eg elski hesar löturnar

Við vindi og sól

Og kavaflykrur falla

Eg gangi hesar göturnar

Dalar og skörð

Til dagur fer at halla


Títt vakra navn títt heita hold

Tú besta staðið er her á fold

Skjótt vit knýttu ástarband

Eg elski teg, mítt Föroya land


Eg elski hesar löturnar

Við vindi og sól

Og kavaflykrur falla

Eg gangi hesar göturnar

Dalar og skörð

Til dagur fer at halla

 

Títt vakra navn, títt heita hold.


Tað er gott at elska - Signar í Homrunum

Í summar ein morgun, snimma tað var

og sólin dagaði fram

Fingið mær upp í koppin av kaffi,

og döggin av rútunum rann.

Sólstrálur klivu upp, skygdu burt skuggar,

leitandi gólvinum inn

Funnu fram til tín á dýnuni mjúku

og bóru tær dagin inn.


Tað er gott at elska, tað er gott at elska

Tað er gott at elska, kvinnu sum teg


Tú býður mær blídliga ein góðan morgun

og drekkur títt kinverska te

Vökru bláu eygu tíni

svövntung líta á meg

Fjált er at hoyra teg líðandi vakna

og friðin eg kenni á tær

Tú ert tað dýrasta í mínum lívi,

tú ert alt sum eg ynski mær


Tað er gott at elska, tað er gott at elska

Tað er gott at elska, kvinnu sum teg


Ei bert ein maður, men eisini pápi

tað gleðina miklu ein fær

At kenna tær mjúku smáu hendur,

á morgni um hálsin á mær

At eg eina kvinnu sum teg skuldi fáa,

er kærleikin einasta svar

Og tá vit inn í ta æviga flyta,

vil eg elska teg líka nógv har


Sorgblídni - Signar í Homrunum

Hví er tú so tunglynt og syrgin 

er tað nakað eg havi gjört 

Um eg havi so, fyrigev mær 

tí tú veit at eg ongantíð vil


Særa teg, pína teg, 

gera nakað sum kan skuffa teg 

Tí eg vil læra teg, teg og meg 

at elska og verja tað ímillum okkum er


Vit hava altíð, verið góð 

sjálvt um tíðin gekk okkum í mót 

men vit kendu at fræðið var sáað 

og vit lótu kærleikan ráða


Tí at eg elski teg, og tú elskar meg 

Vit lótu onki koma í okkar veg 

Og eg vil læra teg, teg og meg 

at elska og verja tað ímillum okkum er 


Tíðirnar broytast og vit fylgja við 

við somu kenslum og enn lið um lið 

Vit eru góð enn og hava nú börn 

vit hava vunnið á lívsins ódn


Tí at eg elskaði teg, tú elskaði meg 

vit lótu onki koma í okkar veg 

Og eg lærdi teg, teg og meg 

at elska og verja tað ímillum okkum eg


Forelskaður sjónleikari - Finnur Koba

Hey, hey, gev mær ost upp á breyð 

Vit bæði eru í neyð, tí eingin sær á mær 

At eg eri follin fyri tær 


Kom, kom, set teg á songina 

Nina, nina, nina, tað skal nokk loysa seg 

Tí eg elski teg 


Legg bókina frá tær 

Og kom ein túr við mær 

Summar er, og alt er all right 

Men tú fært ei at vita mína hemmiligheit 


Tí í eitt longri tíðarskeið 

Eri eg gingin á tína kærleiksleið 

Í tvey ár havi eg nú tagt 

Summi halda kanska, at tað er feikt 

Tín sjón er nóg mikið 

At nökta mín törv í heila tikið 

Tí tað er so lætt 

Tá man dugir at spæla sjónleik 


Sig, sig, hvönn tú vilt fylgjast við 

Tí eg vil vita, vita, vita alt um teg 

Ert tú til kaffi ella te 


Men, men, vit taka ein ting í senn 

Nina, nina, nina, tað skal nokk loysa seg 

Tí eg elski teg 


Legg bókina frá tær 

Og kom ein túr við mær 

Summar er, og alt er all right 

Men tú fært ei at vita mína hemmiligheit 


Hjartasorg 

Tað var alt, sum tú gav 

Tú rýmdi av borg 

Og rendi meg beint, rendi meg beint útav 


Legg bókina frá tær 

Og kom ein túr við mær 

Summar er, og alt er all right 

Men tú fært ei at vita mína hemmiligheit 


Fari mín egna veg - Finnur Koba

Eg sigi, sum tað er 

Sjálvt um tað fer 

At raka beinrakt í teg 

Vilt tú heldur hoyra okkurt annað 

So er einki at gera við tað 

Her er mítt bermannalag 


Eitt lag um stöðuna í dag 

Um at vit öll eru líkaglað 

Og vaska hendur í blóð 

Róp varskó, áðrenn glóðin er slóknað 

Og fræini deyð 

Gev mær blóð upp á breyð 

Eg fari mín egna veg 

Man fara at laga seg 

Eg vil heldur hava frið 

Tað er eitt verri skil 

Tá ið fuglurin fleyg 

Bleiv reyvin reyð 

Tað er ok 

Tað er ok 


Legg teg 

Legg teg 

Í ein dag, tað er alt, sum behövst 

So at regnið, 

Regnið 

Kann skola burt alt tað, sum er gjört 


Eg fari mín egna veg 

Man fara at laga seg 

Eg vil heldur hava frið 

Tað er eitt verri skil 

Tá ið fuglurin fleyg 

Bleiv reyvin reyð 

Tað er ok 

Tað er ok


Eg vil heldur hava frið 

Vil heldur hava frið 

Tað er ok, tað er ok 

Eg vil heldur hava frið 

heldur hava frið


Eg fari mín egna veg 

Man fara at laga seg 

Eg vil heldur hava frið 

Tað er eitt verri skil 

Tá ið fuglurin fleyg 

Bleiv reyvin reyð 

Tað er ok 

Tað er ok


Misery - Jens Marni

When the light 

shines on your face at night

I just want to hold you, hold you,

hold you so tight 


And in the night 

I feel your skin next to mine

You know I love you, love you 

until the end of time


The way I figure heaven is 

it can’t be better than this


So come on baby love me, love me all of the time

you got to show me your love is mine

and if you ever walk out on me yeah yeah pure misery


And when the feeling hits your heart at day

and I want to hold you, hold you, hold you everyday


And in my mind there is no question why

You know I love you cross my heart and I hope to die


The way I figure heaven is 

it can’t be better than this


So come on baby love me, love me all of the time

you got to show me your love is mine

and if you ever walk out on me yeah yeah yeah pure misery 


Our love is stronger feel it deep down under

and you have to see that it was meant to be


Love me, love me all of the time 

Love me, love me

So come on baby love me, love me all of the time

you got to show me your love is mine

and if you ever walk out on me yeah

ooh come on baby


Love me, love me all of the time

you got to show me your love is mine

and if you ever walk out one me yeah yeah yeah pure misery

 
Wait no more - Jens Marni

Walking in and out of hope, looking through a telescope

Holding on so tight, to words you said that night when we first met

You know I’m easily amused, I like you but I’m still confused

You said it felt so right, how come I have to fight

To keep you and not loose my mind, I don’t wanna loose my mind.

 
I don’t wanna wait no more, tell me what I’m waiting for

And I miss you, I miss you, oh I miss you so.

I don’t wanna wait no more, tell me what we’re waiting for

Is it me or is it you

 
You can snap your fingertips, say I’m on top of your list

Staring at the fact, I guess there’s no way back again from here

I count the days I count on you, I doubt myself what can I do

You said it felt so right, how come I have to fight

To keep you and not loose my mind, I don’t wanna loose my mind

 
I don’t wanna wait no more, tell me what I’m waiting for

And I miss you, I miss you, oh I miss you so

I don’t wanna wait no more, tell me what we’re waiting for

 
All those days gone by, can’t find a reason why, can’t find a reason

Why

All those days gone by, can’t find a reason why, can’t find a reason

Why


I don’t wanna wait no more, tell me what I’m waiting for

And I miss you, I miss you, oh I miss you so

I don’t wanna wait no more, tell me what I’m waiting for

And I miss you, I miss you, oh I miss you so

I don’t wanna wait no more, tell me what we’re waiting for

Is it me or is it you

26 mar 2024
Grönlendskur deyðsmálmur á G!

Vit gera klárt at lyfta hornini! Les meira »

19 mar 2024
Nelly Moar: Glöðandi R&B á G!

Norsku miðlarnir eru ikki í iva, Nelly Moar er stórsta R&B vónin tey eiga yviri í Noregi! Les meira »

12 mar 2024
G! kunnger: Agat - Rokkandi punkrapp

Kom og verð rivin við, tá ið Agat tekur yvir! Les meira »

10 mar 2024
7 föroysk növn kunngjörd

Aftur í ár var G! við til at hátíðarhalda spæl föroyskt vikuna. Les meira »

10 mar 2024
Aggrasoppar spæla á G!

Allastaðni har tey koma vekja tey stóran áhuga. Rættiliga merkisvert, tá ið tú hugsar um, at tey rappa og syngja á föroyskum, og hava undarligar tekstir. Les meira »

9 mar 2024
Konsörn framförir á G!

Sterka huglagið verður í hásæti, tá ið Konsörn framförir á G! Les meira »