14 Jul 2018

Tann stóra (sang)løtan í kvøld!

Sangløtan: Í kvøld klokkan 22.00 fara vit saman við teimum størstu føroysku stjørnunum at syngja, skála og klemmast.

Fyri nógvar av gestunum á G! er ein heilt serlig løta leygarkvøldið á festivalinum. Vit hugsa sjálvandi serliga um stóru Sangløtuna, tá fólk leita sær oman á sandin at syngja, flenna og klemma. Henda løta verður í kvøld klokkan 22:00 á sandinum.

Eitt serligt huglag hoyrir til Sangløtuna - ein sterk tjóðskaparkensla og stoltleiki, sum kann samanberast við tí, sum eisini hoyrir til midnáttarsangin á ólavsøku. Tað, sum tó sermerkir Sangløtuna á G!, er, at her verður eisini framført á ljóðførum, og at tey, sum syngja fyri, sum oftast sjálvi hava skrivað sangirnar.

- Tað at syngja saman er ein inngrógvin partur av okkara mentan, og Sangløtan er altíð ein fantastisk uppliving – óansæð um tað er á pallinum ella í fjøldini, siga fyriskipararnir. 

Síggjast á sandinum kl. 22:00!

26 Mar 2024
Greenlandic death metal at G!

We are getting ready to raise our devil horns! Read more »

19 Mar 2024
Nelly Moar performs at G!

Lit R&B at G! Read more »

12 Mar 2024
G! Festival announcing Agat - Rocking punk rap

Come and get carried away as Agat takes over! Read more »

10 Mar 2024
Aggrasoppar joins the line-up!

Everywhere they go, they spark great interest. Read more »

9 Mar 2024
Konsørn performs at G!

A magical vibe will ring when Konsørn performs at G! Read more »

8 Mar 2024
Jógvan joins G! line-up

This will be a moment where we give the mic to the troubles of the soul. We will listen as Jógvan tells his story. Read more »