14 jul 2018

RINGrás/orBIT: ein leikur um ymiskleika, samleika og veruleika

At savnast um at vera øðrvísi er onkursvegna ímyndin av G! Men tá vit hugsavna okkum so nógv um at tekkjast øðrum, steðgar ymiskleikin at samljóða, og umringað gerast vit mest einsamøll. Síggj leikin RINGrás/orBIT í Fjósinum í kvøld kl. 19.00.

At savnast um at vera øðrvísi er onkursvegna ímyndin av G! Men tá vit hugsavna okkum so nógv um at tekkjast øðrum, steðgar ymiskleikin at samljóða, og umringað gerast vit mest einsamøll.

Leikurin RINGrás snýr seg um seks ung, sum hittast til tónleikavenjing. Ein klaverleikari, ein gittarleikari, ein forsangari, tveir kórsangarar og ein ljóðmaður. Seks ymiskir persónar við seks ymiskum persónsmenskum, sum skulu venja at syngja í samljóði.

Men umringað av øðrum snýkir veruleikin seg fram. Hví síggja hini ikki, hvat tey veruliga ynskja? Hví er tað so einsligt at vera partur av felagsskapinum?

Gjøgnum tónleik og misljóð rannsaka teir seks leikararnir týdningin og avleiðingarnar av at sleppa at framføra sítt egna ljóð, men samstundis at skula laga seg eftir bólkinum.

 

RINGrás/orBIT framførir í Fjósinum í kvøld kl. 19.00.

 

 

16 apr 2024
JJ Paulo á G!

Kom og dansa á G! saman við JJ Paulo! Les meira »

9 apr 2024
Plúmm skal spæla á G!

Allir tónleikarar vita hvörjir plúmmararnir eru, og eingin er sum Plúmm Les meira »

2 apr 2024
Das Body kemur á G!

Punkdiskotónar úr Oslo! Les meira »

26 mar 2024
Grönlendskur deyðsmálmur á G!

Vit gera klárt at lyfta hornini! Les meira »

19 mar 2024
Nelly Moar: Glöðandi R&B á G!

Norsku miðlarnir eru ikki í iva, Nelly Moar er stórsta R&B vónin tey eiga yviri í Noregi! Les meira »

12 mar 2024
G! kunnger: Agat - Rokkandi punkrapp

Kom og verð rivin við, tá ið Agat tekur yvir! Les meira »