14 Jul 2018

HOYMA við Teitur

G! er stórt og vilt, men stundum eisini lítið og intimt. Vit hava verið heima hjá Juliu og Jóna í Syðrugøtu til HOYMA við Teitur.

HOYMA hjá Juliu og Jóna í Syðrugøtu var klaverið í stovuni, sum vanliga vendir móti vegginum, nú vent móti sofuni og stóru vindeygunum, sum hyggja út á Gøtuvík. Jóni lat vindeyguni upp, nú stovan var um at fyllast við gestum, og inni í køkinum bjóðaðu tey Okkara G!, kaffi og gularótakaku.


Seks minuttir seinni enn ásettu byrjan kemur Teitur til klaverið. Tey hava bíðað eftir seinastu gestunum, men møguliga eru tey enn úti við Norðlýsinum, so hann velur bara at byrja konsertina. Hann spyr, um nakar er, sum ikki skilir føroyskt. Nøkur fá koyra hondina upp. “So má eg heldur tosa á enskum,” sigur hann og flennur við síni eyðkendu, róligu rødd.


Sera hóskandi til høvið byrjar Teitur sína framførslu við lagnum ‘Home’. Tað serliga við hesum HOYMA konsertunum er jú, at tú upplivir meira enn bara tónleikin. Teitur fortelur um, hvussu “ósexutur” íblásturin til vakra sangin var. Hann sat nemliga og las eina grein í einum vikublaði um hús og heim, sum leiddi hansara tankar til, hvussu ymiskt vit menniskju uppfata orðið og kensluna ‘heima’.


HOYMA konsertirnar skapa eitt samspæl millum tónleikara og áhoyrarar, sum aðrar konsertir ikki megna at umfevna. Eitt innlit í søgur handan orðini, vit longu halda okkum kenna, men sum víðka upplivingina av tónleikinum, nú vit fyri fyrstu ferð hoyra sangin við hesi nýggju vitanini. Um, hvussu mjørki á flogvøllinum í Vágum í 2012 førdi til, at Teitur fekk eitt brúkt flygil úr Saltangará til Velbastaðar, hvussu fløgan Káta Hornið birtist av einari kenslu av at vera ov langt heimanífrá, og hvussu gentan Josephine við sínum skálkabrøgdum ríkaði summurini í Sørvági hjá smádreinginum Teiti.


Seinastu árini hevur G! festivalurin bjóðað sera væl umtóktu HOYMA konsertirnar, men sjálvt hugtakið HOYMA byrjaði sum eitt lítillátið alternativ til G! festivalin, tá illa stóð til við fíggjarstøðuni hjá festivalinum í 2013. Síðan er HOYMA tiltakið vorðið eitt hæddarpunkt í sær sjálvum, og hvørt ár verða konsertirnar útseldar.


Beint eftir matveitsluna leygardagin fer Teitur fyri fyrstu ferð at framføra frá nýggju fløguni ‘I Want To Be Kind’ á palli í Føroyum. “So tað verður eitt slag av útgávukonsert,” sigur hann at enda. Teitur spælir á Sandinum leygardagin kl. 17.15.

 

16 Apr 2024
JJ Paulo performs at G!

Come join the party at G! with JJ Paulo! Read more »

9 Apr 2024
Plúmm joins the line-up!

If you say Plúmm on the Faroe Islands, everyone will know that you are talking about some of the Faroes’ greatest instrumentalists ever. Read more »

2 Apr 2024
Das Body joins the line-up!

Punk disco from Oslo. Read more »

26 Mar 2024
Greenlandic death metal at G!

We are getting ready to raise our devil horns! Read more »

19 Mar 2024
Nelly Moar performs at G!

Lit R&B at G! Read more »

12 Mar 2024
G! Festival announcing Agat - Rocking punk rap

Come and get carried away as Agat takes over! Read more »